Upplýsingartíðin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Upplýsingartíðin er heiti á mentanarligum ráki í Evropa, sum fylgdi eftir renesansuna. Upplýsingartíðin verður roknað at byrja við John Locke (1632 - 1704) og enda við Immanuel Kant (1724 - 1804). Meginhugsanin í upplýsingartíðini er bjartskygd fatan av mannavitinum og vón um eina bjarta framtíð fyri mannaættina. Longu í renesansuni var heimspekin byrjað at gera seg leysa av gudfrøðiliga grundarlagnum, og henda gongd verður fullførd við upplýsingartíðini. Tað eru serliga Ongland, Skotland, Týskland og Frakland, sum eru háborgin í upplýsingartíðini.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið