Bergtóra Hanusardóttir
Bergtóra Hanusardóttir | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 15. nov 1946 |
Starv | yrkjari, skaldsøguhøvundur, tannlækni, høvundur |
Børn | Tróndur Bogason |
Mál | danskt mál |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000031257221 |
VIAF | 44416463 |
LCAuth | n95092891 |
Bergtóra Hanusardóttir (f. 15. november 1946) er sertannlækni í ortodonti og rithøvundur. Bergtóra Hanusardóttir var fødd í Havn í 1946, og har vaks hon upp. Hon fór til Danmarkar at lesa til tannlækna og hevur arbeitt sum sertannlækni í mong ár. Bergtóra hevur verið virkin á ymsum økjum, t.d. í studentafeløgum, ítróttafeløgum, í uttanflokkaðum, samfelagspolitiskum arbeiði, so sum í friðarrørsluni og í Fólkafylkingini móti EEC. Serligan stóran dent hevur hon lagt á kvinnupolitiskt arbeiði. Hon var ein teirra, sum stovnaði Kvinnufylkingina, var í blaðstjórnini á Kvinnutíðindum og hevur umboðað Føroyar á kvinnuráðstevnum ymsastaðni í heiminum. Eisini hevur hon sitið í javnstøðunevndini. Hon hevur skrivað prosayrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur. Hon viðger ofta samfelagsligu støðuna hjá kvinnum í sínum skaldskapi. Hon knýtir saman bæði tað persónliga og tað samfelagsliga.
Kvinnurørslan
[rætta | rætta wikitekst]Bergtóra hevur í mong ár verið aktiv innan føroysku kvinnurørsluna. Hon hevur verið nevndarlimur og forkvinna í Kvinnufelagnum í Havn í nógv ár og hevur havt alstóran týdning fyri føroysku kvinnurørsluna og menningina av kvinnusamleikanum. Í 1995 luttók Bergtóra á Kvinnuráðstevnuni í Peking og í 2000 í New York.
Á Altjóða Kvinnudegnum í 1999 varð Bergtóra heiðrað av felags nevndarlimum sínum í Kvinnufelagnum, fyri tað stóra arbeiði, hon hevði gjørt gjøgnum árini kvinnumálum til frama.
Bibliografi
[rætta | rætta wikitekst]Skaldsøgur
[rætta | rætta wikitekst]Stuttsøgur
[rætta | rætta wikitekst]- Fundarboð
- Loynigongir (1993).
- Eisini kærleiki, Frostrósan 1987.
- Katrin, Frostrósan 1987.
- Várvindar, Kvinnutíðindi 1988.
- Bonsai (2000).
Leikrit
[rætta | rætta wikitekst]Yrkingar
[rætta | rætta wikitekst]- Songartíð (2000).
- Smágenta, prosayrking í leikinum Kvinnur, Kvinnutíðindi nr.1, 1984.
- Ung kvinna, prosayrking í leikinum Kvinnur, Kvinnutíðindi nr.1, 1984.
- Songartíð, yrking, útgivin í Prikkut vár, 2000.
Í Kvinnutíðindi
[rætta | rætta wikitekst]- Langomma, Kvinnutíðindi nr 1, 1984.
- Tilkomin kvinna, Kvinnutíðindi nr 1, 1984.
- Einsamøll mamma, Kvinnutíðindi nr 1, 1984.
- Kvinna í starvi, Kvinnutíðindi nr 1, 1984.
- Ung kvinna og Smágenta, Kvinnutíðindi nr 1, 1984.
- Prosayrkingar í leikinum Kvinnur Kvinnutíðindi nr.1, 1984.
Hugsjónarligar greinir
[rætta | rætta wikitekst]- Viva Chile, Froskmannatíðindi, 1971. [1]
- Miss Føroyar, Føroysku bløðini, 1971.
- Dreymalandið – og veruleikin, Oyggjaskeggi, 1974.
- Ítróttur og kyn í føroyskum tíðindasendingum, Føroysku bløðini, 1974.
- Kvinnusøga, hugleiðingar, Kvinnutíðindi, 1982.
- Brot úr kvinnusøguni, Kvinnutíðindi, 1983.
- Í Friðarlegu, Kvinnutíðindi, 1985.
- Hví ræðast Virginiu Woolf?, Kvinnutíðindi, 1986.
- Friðartjaldið í Nairobi, Kvinnutíðindi, 1986.
- Mál og kyn, ummæli og hugleiðingar, Kvinnutíðindi 1987.
- Forðingar fyri javnstøðu, Glottar úr Kvinnulívi, red. Kirstin Didriksen, 1988.
- Himmal og helviti á Forum, Kvinnutíðindi 1989.
- Hvagar gongur leiðin, Kvinnutíðindi 1990.
- Úr Føroyum, á donskum í Norden – kvinders paradis? Red. Brit Fougner og Mona Larsen-Asp, Nord 14, 1994.
- Situation of Women in the Faroe Islands, í The Danish National Report to the Fourth World Conference on Women 1995, Udenrigsministeriet, København, 1994.
- Hvat hendi í Kina? Dimmalætting og Sosialurin, 8.mars 1996
- Hugleiðingar í „Vetrarbreytum“, red. Birgir Kruse, Útvarp Føroya, 1996, 97, 98 og 99.
- Tann friðarliga Kollveltingin og aðrar greinir, Kvinnutíðindi, túsundáraskiftið.
- Kvinders forhold i Færøerne og Grønland, á donskum og enskum saman við Agnete Hammeken í Ligestilling i tusmørke, Dansk NGO Skyggerapport forud for Beijing + 5, Kvinderådet, 2000.
Vísindaligar greinir
[rætta | rætta wikitekst]- Estimates of orthodontic treatment need in Danish schoolchildren, saman við Sven Helm et al., Community Dental Oral Epidemiol., 3:136-142: 1975.
- Appréciation de la nécessité du traitement orthodontique chez des enfants danois d’aðge scolair, saman við Helm et al., Revue d’Orthopedie Dento Faciale, t.XI: 4: 471-482: 1977.
- Forekomst af tandstillingsfejl hos børn med komplet læbe- og ganespalte, Vísindalig ritgerð, Københavns Tandlægehøjskole, Institut for ortodonti, 1978.
- Viðgerð av børnum við andlitsbrekum; Javni, nr.1, 3-13, 1978.
- Skeivar tenn hjá føroyskum børnum; Fróðskaparrit, 26. bók, 81-113, 1978.
- Tey bera rong boð, Kvinnutíðindi, 1985.
- Politikkur og kvinnurnar, Kvinnutíðindi, 1989.
Útgivið á øðrum málum
[rætta | rætta wikitekst]Útgivið á donskum
[rætta | rætta wikitekst]- Også kærlighed, á donskum í En vandhistorie og andre færøske fortællinger, týtt og red. av Kirsten Brix, Vindrose, 1994.
- Katrin, í danskari týðing í En vandhistorie og andre færøske fortællinger, týtt og red. av Kirsten Brix, Vindrose, 1994.
Útgivið á norskum
[rætta | rætta wikitekst]- Katrin, stuttsøga týdd til norskt av Ivar Stegane í Fyrste ferda bort, red. Nedrelid, Sigurðardóttir og Stegane, Samlaget, 1993.
Útgivið á svenskum
[rætta | rætta wikitekst]- Sommarnatten den blida, stuttsøga týdd til svenskt av Inge Knutsson í Avsändare Norden, red. Anneli Jordahl og Marianne Steinsaphir, En bok for alla, 1996.
Útgivið á týskum
[rætta | rætta wikitekst]- Katrin, stuttsøga týdd til týskt av Detlef Wildraut í týska tíðarritinum Tjaldur, 31 / 2003.
Familja
[rætta | rætta wikitekst]Bergtóra Hanusardóttir hevur verið gift við havfrøðinginum Boga Hansen, tey fingu tvey børn: Trónd Bogason (1976) og Ragnheiður Bogadóttur (1979). Tróndur er tónaskald og er giftur við songkvinnuni Eivør Pálsdóttir. Móðir Bergtóru var Mia Trónd úr Gundali í Havn, faðir Bergtóru var Hanus D. Jensen úr Útistovu í Skúgvi. Mia og Hanus fingu fýra børn, gentur, Bergtóra er elst, hinar systrarnar eru Rannvá, Svanna og Marjun. Marjun Hanusardóttir starvast sum løgmansstjóri.[2] Mia Trónd var ættað úr Kirkjubø, foreldur hennara vóru Malan og Tróndur Hansen. Tróndur var sonur Gustu av Kák og Jóannes úr Kirkjubø, sum búsettist á Ryggi í Havn. Omma og abbi hennara á faðirsíðuni vóru úr Skúvoy, omman var Mathea D. Poulsen, sum var dóttir Súsannu og Hanus í Garðinum, og abbin var Antines Jensen, sum var sonur Elsubu og Janus úti í Stovu í Skúvoy.[3]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Rit.fo". http://www.rit.fo/support. Heintað 2013-11-20.
- ↑ Tinganes.fo, Løgmansskrivstovan, Bygnaður og starvsfólk[deyð leinkja]
- ↑ "Hnj.fo, Bergtóra Hanusardóttir". http://www.hnj.fo/include/main.asp?sida=../Link/viewforfatter2&id=25. Heintað 2014-01-10.
- Kvinnutíðindi.
- Tær ynsktu sær hús; Christin Plate og Elsa Zachariasen.
Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]- Bókasølan Archived 2004-09-17 at the Wayback Machine.
- Rithøvundafelag Føroya Archived 2016-07-03 at the Wayback Machine.
- Kvinnufelagið í Havn.