Bergen
Skjøldur | Kort |
---|---|
Grunddáta | |
Fylki: | Vestland |
Vídd : | 465,4 km² |
Íbúgvar: | 268 926 (2013) |
Staðseting: | {{{staðseting}}} |
Heimasíða: | [1] |
Bergen er næststørsti býur í Noregi. Býurin liggur á Vestlandinum í Norra. Á fornnorrønum varð býurin nevndur Bjørgvin. Í 2020 hevði Bergen 283.929 íbúgvar.[1] Bergen var høvuðsstaður í Noregi 1217-1314. Bergen verður kallaður "býurin millum tey sjey fjøllini". Kring Bergen eru firðir og fjøll. Sambært søgunum grundlegði Ólavur Kyrri kongur Bergen í 1070. Bergen er kendur fyri at vera býurin, har tað regnar einamest í øllum heiminum.
Virksemið, bæði tað søguliga og tað handilsliga, er miðsavnað kring Vågen, har Bryggen er við norðurstrondina og vælkenda fiskatorgið innast í vágsbotninum. Beint uttan fyri Bryggen í innsiglingini til Vågen – har, sum Norröna plagdi at leggja at – liggur skansin, Bergenshus, sum gjøgnum tíðina hevur vart Bergen móti óynskum gestum sjóvegis. Í víkingatíð stók kirkja her – hon varð seinni rivin niður – har leivdirnar av verndara Bergens, hini heilagu Sunnivá, vóru grivnar undir altarinum. Her var eisini Sverri kongur Sjúrðarson, sum traðkaði sínar barnaskógvar í Kirkjubø, krýndur og grivin.
Týsku hansakeypmenninir bygdu Bryggen í miðøld. Haðani handlaðu teir við stóran part av heiminum. Síðani 1979 hevur Bryggen verið á heimsarvslistanum hjá UNESCO.
Skjaldarmerkið hjá Bergen er ein borg við trimum tornum. Borgin hvílir á sjey fjøllum. Litirnir á skjaldmerkinum eru reytt og gull.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Sambært søgunum grundlegði Ólavur Kyrri kongur Bergen á einum grønum slætta millum tey 7 fjøllini, sum liggja rundanum býin. Tað hendi sambært søgunum í 1070. Í miðøldini var hann ein høvuðshandilsbýurin í Norðurlondum, og har hildu týsku keypmenninir (hansarnir) til. Enn síggjast á bryggjuni hús, ið teir bygdu. Býurin var høvuðsstaður í Noregi 1217-1314. Í ár 1600 var Bergen størsti býur í Norðurlondum við umleið 15 000 íbúgvum. Hann hevur líka upp til okkara dagar verið ein nátturligur miðdepil fyri handil. Í 2020 hevði Bergen 950 ára hátíðarhald.
Býurin
[rætta | rætta wikitekst]Vøkur træhús og flisalagdar gøtur eyðkenna Bergen. Í gamla býarpartinum framvið bryggjuni eru fleiri gomul træhús varveitt, og finna vit í dag í hesum húsum góðar matstovur, klædnahandlar o.l. Hesin býarparturin er eitt av best umtóktu ferðamálunum í býnum. Bergen liggur eisini bert umleið 1,5 tíma í bili frá kenda skíøkinum Voss. Náttúran er vøkur við Bergen, og skjótt er at uppliva vakrar firðir, høg fjøll ella opið hav. Í økinum er eisini eitt ríkt byggilist, mentanarlív og spennandi forminnissøvn. Eisini má nevnast stórsligna konserthúsið Grieg-hallen.
Uttan fyri býin eru fleiri oyggjar, sum verja fyri havalduni, so har er avbera góð skipahavn. Ógvuliga nógvur fiskur verður upplagdur í Bergen og síðan avskipaður til suðurlond. Millum og Føroyar var nógv samband fyrr í tíðini.
Hægsta fjallið í Bergen eitur Ulriken. Tað er 643 metrar høgt. Eitt annað fjall, sum ferðafólki dámar væl, er Fløjen. Tú kanst sleppa heilt niðan á tindin við Fløibanen, haðani fæst eitt frálíkt útsýni yvir býin. Á tindinum er bæði spælipláss, útibio, kaffistova og ein trøllaskógur, alt samalt 400 m yvir havinum.
Akvariið í Bergen læt upp í 1960. Her eru bæði pingvinir, fiskar og krokodillur.
Mentan
[rætta | rætta wikitekst]Bergen eigur stór tonaskals. Ikki bara Kygo, sum helst er tann kendasti núlivandi. Men eisini Edvard Grieg, Ole Bull og Harald Sæverud, hvørs tónleikur, lív og virki kann upplivast á serligum søvnum til teirra heiðurs. Nógvir festivalar, bæði við nýmótans og klassiskum tónleiki verða hildnir árliga. Festspillene er ein altjóða viðurkendur festivalur við fleiri hundrað mentanar- og tónleikatiltøkum kring um í býnum. Aðrir festivalar, ið kunnu upplivast í Bergen er ein jazzfestivalur í mai-juni, ein serligur Grieg-festivalur í juli, ein filmsfestivalur í oktober, ein matfestivalur í september og ein ølfestivalur í oktober.
Ítróttur
[rætta | rætta wikitekst]Fótbóltsliðið eitur Brann. Felagið varð stovnað í 1908. Í 2007 vann Bergen gull fyri fyrstu ferð síðan 1963.
Myndasavn
[rætta | rætta wikitekst]-
Bryggen í Bergen er sjálv ímyndin av Bergen. Her eru handlar, gallarí, matstovur og fornminnissøvn.
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíða: bergen.kommune.no
- Bergen, wikivoyage.org (á enskum)
Coordinates: 60°22′48″N 5°20′24″E / 60.38000°N 5.34000°E
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Befolkning, ssb.no