Barduhvalur
| Barduhvalur Temporal range: late Eocene–Recent | |
|---|---|
| Kúlubøka | |
| Vísundalig flokking | |
| Kingdom: | Animalia |
| Phylum: | Chordata |
| Class: | Mammalia |
| Order: | Cetacea |
| Suborder: | Mysticeti |
| Familjur | |
|
sí tekst | |
Barduhvalur (frøðiheiti - Mysticeti) er ein hvalur, sum ikki hevur tenn, men bardur. Hetta eru trevsutar hornplátur, sum standa í røðum í kjaftinum. Tá ið so hvalurin svimur við opnum kjafti, kemur æti inn í kjaftin og verður hangandi í trevsunum, tá ið hann sílar sjógvin út aftur.
Hvalirnir sum heild eru flokkaðir í tveir undirhópar, tannhvalir (Odontoceti) og barduhvalir (Mysticeti). Barduhvalir eru flokkaðir í 4 ættir við 6 slektum, og tilsamans eru 11 sløg.
Dømi um barduhval eru sildreki (Balaenoptera acutorostrata), nebbafiskur (Balaenoptera physalus) og seiðhvalur (Balaenoptera borealis). Hesi trý sløgini eru regluliga at síggja á føroyskum sjóøki. Onnur sløg, ið síggjast meira sjáldan, eru royður (Balaenoptera musculus) og kúlubøka (Megaptera novaeangliae).
Royður (bláhvalur) er størsti barduhvalur og samstundis heimsins størsta djór yvirhøvur.
