Jump to content

Bólkakjak:Pseudovísindi

Page contents not supported in other languages.
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Flutt frá kjaksíðuni ið hoyrdi til Bólkur:Eitisvísindi. Tann síðan verður strikað, so vit ikki hava tvær um tað sama. --EileenSanda (kjak) 10. jun 2015 kl. 01:25 (UTC)[reply]

Bólkurin Bólkur:Pseudovísindi var longu upprættaður her í 2007. Eg havi aldri hoyrt orðið Eitisvísindi nevnt fyrr. Men eg síggi, at Sprotin nýtir tað orðið fyri tað danska orðið pseudovidenskab. Skulu vit so strika hin bólkin og hava henda ístaðin? Ein síða er eisini, ið nevnist Pseudovísindi. Vh. --EileenSanda (kjak) 9. jun 2015 kl. 21:46 (UTC)[reply]

Mær dámar líka væl "pseudovísindi", men eg fann tað ikki upprættað - havi kanska tastað tað skeivt inn. Tú kanst líka væl strika bólkin Eitisvísindi, so geri eg eina tilvísing frá orðinum Eitisvísindi til greinina Pseudovísindi. Benadikt (kjak) 9. jun 2015 kl. 23:26 (UTC)[reply]
Men frágreiðingin í greinini Pseudovísindi er IKKI røtt, pseudovísindi er júst sovorðið, sum gevur seg ÚT fyri at vera vísindi, men IKKI er tað. Og tað eru nógvar aðrar veruligar vísindagreinar til enn náttúruvísindi, hóast greinin vil býta vísindi upp í tvey: náttúruvísindi og pseudovísindi. Benadikt (kjak) 9. jun 2015 kl. 23:30 (UTC)[reply]
Ok, so striki eg bólkin "Eitisvísindi". Rætta endiliga greinina, so frágreiðingin gerst rættari. Eg legði greinina í bólkin Vísindi, tí tað hava tey gjørt á ensku og eg haldi tað var á norsku ella svensku eisini. Tann danska liggur í "Overtro", bólkurin Pátrúgv er ikki upprættaður enn her, men eg haldi ikki at tað er rætt at kalla alt, ið hoyrir til handa bólkin fyri pátrúgv heldur. --EileenSanda (kjak) 10. jun 2015 kl. 00:13 (UTC)[reply]
Eg havi hugt at norsku, donsku og ensku, og greinin Pseudovísindi liggur ikki undir bólkinum Vísindi á nakrari av teimum. Á føroysku liggur bólkurin Pseudovísindi undir bólkinum Vísindi (eins og á hinum), og tað haldi eg er nóg mikið. Greinin Pseudovísindi liggur undir bólkinum Pseudovísindi, og tað haldi eg eisini er nóg mikið, tá føroyska wikipedian ikki hevur bólkar sum norski Vitenskabsteori ella ensku Fringe theory, Pejoratives ella Types of scientific fallacy. Benadikt (kjak) 10. jun 2015 kl. 09:10 (UTC)[reply]

Ja, so lata vit tað vera sum tað er nú. Vh. --EileenSanda (kjak) 10. jun 2015 kl. 10:40 (UTC)[reply]