Pseudovísindi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Eitisvísindi ella pseudovísindi (pseudo- úr grikskum, falskt) eru evni, sum verða førd fram, sum um tey hava grundarlag í vísindaligum arbeiðslagi, men ikki hava tað.[1]

Eyðkenni[rætta | rætta wikitekst]

At pseudovísindi ikki brúkar vísindaligt arbeiðslag kann vísa seg á ymiskan hátt, t.d. við at hava eitt ella fleiri av hesum eyðkennum:

  • Veikleikar, trot uppá definitiónir, trot uppá neyvleika, so uppáhald illani kunnu roynast við kanningum.
  • Arbeiðið søkir ikki ta frágreiðingina, sum krevur fæstar fortreytir (rakiknívur Ockhams).
  • Mótstøða móti at royna uppáhaldini eftir veriligum visindaligum arbeiðshættum.
  • Brúka vísindaligt mál misvísandi ella skeivt.
  • Selektiv nýtsla av próvtilfari, ov stór vekt á einkulttilburðir.
  • Uppáhaldini eru av slíkum slagi, at tey kunnu ikki falsifiserast.
  • Øvugt próvførsla (tað, at eitt uppáhald ikki kann mótprógvast, verður tikið sum prógv fyri uppáhaldinum).
  • Søkir ikki menning, broyting ella framstig innan økið.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. Politikens blå ordbøger: "Nudansk Ordbog", andet bind M-Ø; Politikens Forlag, København 1953; s. 149