Jump to content

Bólkakjak:Eitisvísindi

Page contents not supported in other languages.
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Bólkurin Bólkur:Pseudovísindi var longu upprættaður her í 2007. Eg havi aldri hoyrt orðið Eitisvísindi nevnt fyrr. Men eg síggi, at Sprotin nýtir tað orðið fyri tað danska orðið pseudovidenskab. Skulu vit so strika hin bólkin og hava henda ístaðin? Ein síða er eisini, ið nevnist Pseudovísindi. Vh. --EileenSanda (kjak) 9. jun 2015 kl. 21:46 (UTC)[reply]

Mær dámar líka væl "pseudovísindi", men eg fann tað ikki upprættað - havi kanska tastað tað skeivt inn. Tú kanst líka væl strika bólkin Eitisvísindi, so geri eg eina tilvísing frá orðinum Eitisvísindi til greinina Pseudovísindi. Benadikt (kjak) 9. jun 2015 kl. 23:26 (UTC)[reply]
Men frágreiðingin í greinini Pseudovísindi er IKKI røtt, pseudovísindi er júst sovorðið, sum gevur seg ÚT fyri at vera vísindi, men IKKI er tað. Og tað eru nógvar aðrar veruligar vísindagreinar til enn náttúruvísindi, hóast greinin vil býta vísindi upp í tvey: náttúruvísindi og pseudovísindi. Benadikt (kjak) 9. jun 2015 kl. 23:30 (UTC)[reply]
Ok, so striki eg bólkin "Eitisvísindi". Rætta endiliga greinina, so frágreiðingin gerst rættari. Eg legði greinina í bólkin Vísindi, tí tað hava tey gjørt á ensku og eg haldi tað var á norsku ella svensku eisini. Tann danska liggur í "Overtro", bólkurin Pátrúgv er ikki upprættaður enn her, men eg haldi ikki at tað er rætt at kalla alt, ið hoyrir til handa bólkin fyri pátrúgv heldur. --EileenSanda (kjak) 10. jun 2015 kl. 00:13 (UTC)[reply]