Atlantic Airways
Atlantic Airways | ||
---|---|---|
IATA RC | ICAO FLI | Koda FAROELINE |
Stovnað | 10. november 1987 | |
Byrjað flúgving | 28. mars 1988 | |
Frequent flyer | EuroBonus | |
Flota stødd | 3 flogfør og 2 tyrlur | |
Ferðamál | 7 | |
Høvuðssæti | Sørvágur, Føroyar | |
Lyklafólk | Niels Mortensen (nevndarformaður)
Jóhanna á Bergi (stjóri) Magni Arge (fyrrverandi stjóri) | |
Heimasíða: http://www.atlantic.fo |
Atlantic Airways (føroyskt; Atlantsflog) varð stovnað tann 10. november 1987 og fleyg sín fyrsta túr millum Føroyar og Danmark 28. mars í 1988. Atlantic Airways varð stovnað til tess at menna føroyska flogvinnu og flogferðslu. Stjórin í Atlantic Airways er Jørgen Holme. Skrivstovan hjá Atlantic Airways liggur á flogvøllinum í Vágum og á Kastrup Flogvølli í Keypmannahavn.
Búmerkið hjá Atlantic Airways er ein súla - hetta er ikki tað einasta búmerkið, Atlantic Airways hevur havt. Áðrenn var tað 2 A í føroyskum flagglitum, sum vóru samantvinnað.
Starvsfólkaliðið taldi í 2012 168 ársverk, flogførini eru fýra og tyrlurnar tríggjar í tali hjá felagnum[1].Til samanberingar, so vóru í fyrsta ársfjórðing í 2008 204 fulltíðar starvsfólk hjá Atlantic Airways, og hevði felagið 7 flogfør og 3 tyrlur[2]. Felagið rekur størsta arbeiðsplássið í Vágum og telist eisini millum tey størstu í Føroyum.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]- 1988 Fleyg Atlantic Airways sín fyrsta túr ímillum Føroyar og Danmark.
- 1999 Fór Atlantic Airways at flúgva til Noregs.
- 2002 Ferðafólkatalið hjá Atlantic Airways fór upp um 100 000.
- 2004 15. juni - Triðja flogfarið hjá Atlantic Airways kom til Føroya.
- 2004 Atlantic Airways verður heiðrað sum Ársins átak.
- 2006 15. mai - FaroeJet tekur kappingina upp við Atlantsflog, men gevst innan ársenda av fíggjarligum orsøkum.
- 2006 10. oktober - Ein vanlukka í Stord, Noregi krevur fýra mannalív.
- 2007 Desember varð triðingurin av partapeninginum í Atlantic Airways seldur av landsstýrinum til privat, og samstundis varð Atlantic Airways skrásett á virðisbrævamarknaðinum OMX.
- 2012 Nýggja Airbus A319-flogfarið kemur til Føroya frá flogfarssmiðjuni hjá Airbus í Hamburg tann 22. mars[3]. Flogfarið flýgur sín fyrsta rututúr tann 28. mars sama ár.
- 2013 Nevndin skifti stjóran út, Magni Arge fór frá og nýggjur fyribilsstjóri gjørdist danin Jørgen Holme.[4]
- 2015 Jóhanna á Bergi gerst stjóri í Atlantic Airways og skrivar søgu, við tað at hon er fyrsta kvinnan í er forstjóri í einum norðurlendskum flogfelag.[5]
Flotin
[rætta | rætta wikitekst]Flotin hjá Atlantic Airways telur í dag (juli 2014) 4 flogfør og 2 tyrlur[6]:
Slag | Tal | Ferðafólk[7] | Skrásetingar |
---|---|---|---|
Airbus A319 | 3 | 144 | OY-RCG, OY-RCH, OY-RCI |
Avro RJ100 | 1 | 97 | OY-RCC |
Bell 412 | 2 | 11/13 | OY-HSR, OY-HSJ |
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]Trý flogfeløg vórðu heiðrað sum ársins flogfelag í Evropa við ávikavist gullmerki, silvurmerki og bronsumerki á aðalfundinum hjá European Regions Airline Association í Dublin hin 21. september 2012. Atlantic Airways fekk bronsu. Magni Arge, stjóri, fekk vegna Atlantic Airways handað Airline of the Year-heiðursmerki fyri á slóðbrótandi hátt at hava tikið nýggja navigatiónstøkni í nýtslu og hava prógvað sínar dygdir sum felag og sítt virði fyri Føroyar.[8]
Hendingar og vanlukkur
[rætta | rætta wikitekst]- 2008 24. mars misti ein BAe 146 nasahjólið á flogfarinum beint áðrenn fráferð úr Kastrup Floghavn. Flogfarið lendi í Føroyum uttan trupulleikar; flogskiparinir høvdu ikki uppdaga nakað óreglusemi. [9].
- 2006 10. oktober fór ein BAe 146-200A av breytini í Stord floghavn í Noregi. Umborð vóru 16 fólk. Tólv vóru ferðafólk og manningini taldið fýra. Av hesum 16 doyðu fýra, meðan hini megnaðu at rýma úr vrakinum.[10][11][12].
- 1989 í Vága Floghavn kundi ein BAe 146-200A ikki steðga á lendingarbreytini og koyrdi tí inn í eina trygdarmerking. Ongin kom til skaða.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ s.4 í hálvársroknskaprin 2012 hjá Atlantic Airways (á enskum)
- ↑ s. 5 í 1. kvartalsroknskapinum 2008 hjá Atlantic Airways (á enskum)
- ↑ Airbus.com: "Atlantic Airways takes delivery of its new Airbus A319"(á enskum)
- ↑ kvf.fo, Magni Arge skiftur út. Skrivað hevur Ingi Samuelsen hin 17.11.2013 - 09:11
- ↑ kvf.fo - Jóhanna á Bergi skrivar norðurlendska søgu, skrivað hava Høgni Djurhuus og Sigrún H. Brend 03.06.2015 - 10:00.
- ↑ https://www.atlantic.fo/en/about-us/the-company/fleet/oy-rcg-a319/
- ↑ "Trafikstyrelsen - Nationalitetsregisteret". http://dcaa.trafikstyrelsen.dk/natregister/. Heintað 2012-08-04.
- ↑ "Aktuelt.fo, Atlantic Airways kosið ársins evropeiska flogfelag". http://aktuelt.fo/grein/atlantic_airways_kosid_arsins_evropeiska_flogfelag_vi_bronsumerki. Heintað 2012-09-21.
- ↑ "Fund af flyhjul skabte forskrækkelse" (Danskt), úr politiken.dk
- ↑ "Norway runway blaze kills three", frá BBC News, 10. oktobur 2006.
- ↑ Vanlukkufrásøgn fyri OY-CRG, frá Aviation Safety Network Database, 10. oktobur 2006.
- ↑ Fyribils vanlukkufrásøgn á norskum Archived 2009-03-20 at the Wayback Machine, frá 25. oktobur 2007
Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]- Atlantic.fo.
- Airliners.net - Atlantic Airways (nógvar myndir).
- Atlantic Airways. Í: Faroe Isles Review nr. 1/1991.