Jump to content

Amsterdam

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flagg
Grunddáta
Land: Niðurlond
Vídd: 219 km²
Íbúgvar (2014): 809 892
fyri km²: 3 698/km²
Tíðarzona: UTC +1
Heimasíða: amsterdam.nl

Amsterdam er ein kommuna og høvuðsstaður í Niðurlondum. Í 17. øld var Amsterdam uppi í øllum møguligum heimshandli. Múgvandi keypmenn lótu grava siglingarveitir, sum krossskera seg ígjøgnum býin, og bygdu høgu, smølu húsini, ið standa fram við veitunum. Siglingarveitir, stívar 80 km langar, eru grivnar ígjøgnum býin. Skal ferðamaðurin hyggja seg um í býnum, ger hann rættast at fara við báti eftir vatnvegunum. Veitir knýta Amsterdam saman við Ríná og hin partin í Niðurlondum. Amsterdam er høvuðsstaður og landsins størsti býur. Í býnum eru eisini gitin listasøvn, til dømis van Gogh listasavnið og Rijkmuseum. Har eru málningar, sum mætir listamenn hava málað, eitt nú Rembrandt (1606-1669).

Nú á døgum er Amsterdam heimsgitin miðdepil fyri diamantbrýning; har eru heimsins fremstu virki at brýna og slípa diamantar.

Í báti á siglingarveitunum liggur væl fyri hjá vitjandi at síggja teir søguligu bygningarnar.

Býarpartar

[rætta | rætta wikitekst]

Kend fólk úr Amsterdam

[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 52°22′N 4°54′E / 52.367°N 4.900°E / 52.367; 4.900

  • Upplýsingarnar um Amsterdam eru fingnar til vega frá niðurlendsku og ensku útgávuni av Wikipediu.