Anne Frank
Anne Frank, fødd Annelies Marie Frank í Frankfurt 12. juni 1929, deyð mars 1945, var av jødiskari ætt, og familjan mátti tí flyta til Amsterdam í 1933 fyri at sleppa undan vaksandi nasistiska áganginum í Týsklandi.
Ágangurin móti jødum í Niðurlondum vaks eisini, eftir at landið varð hersett av týskarum, og tí máttu tey fjala seg fyri teimum. Í juli 1942 noyddust tey at búgva í fjaldum rúmum í bygninginum, har pápin Otto Frank hevði arbeitt.
Tvey ár seinni tann 4. august 1944 vóru tey avdúkað og flutt til týningarleguna Auschwitz. Har blivu menn og kvinnur skild sundur og sóu einki til hvønn annan meira. Í oktober sama ár vóru Anne, systirin Margot og Augusta von Pels, sum eisini hevði goymt seg saman við teimum, fluttar til Bergen Belsen. Mamman, Edith Frank var verandi eftir í Auschwitz. Í mars 1945 fór tyfus at ganga í leguni og drap 17 000 fangar, harímillum Anne og systrina Margot.
Tær liggja grivnar á ókendum stað í hópgrøv í Bergen Belsen saman við øllum hinum, ið máttu lata lív í týningarleguni. Anne Frank gjørdist kend, av tí at hon skrivaði dagbók meðan hon fjaldi seg í Amsterdam. Dagbókin varð funnin í 1946 og givin út. Síðan er hon spæld bæði á palli og sum filmur.
Bøkur
[rætta | rætta wikitekst]- Anna Frank - dagbókin / Frida Sofía Johannesen týddi., 2. uppl. - Tórshavn: Føroya lærarafelag, 2002. - 318 s. : myndir ISBN 99918-1-281-4
- Anna Frank - dagbókin. ljóðbók (fløga) / Katarina Nolsøe lesur. - Tórshavn: Ljóðbókanevndin, 2003. - 12 fløgur í 1 húsa (uml. 13 tímar)
- Carol Ann Lee: Roser på jorden: en biografi om Anne Frank; oversat af Helga W. Lindhardt. Keypmannahavn: Rosinante, 1999. - 311 s.
- Anne Franks verden / oversat og bearbejdet af Mia Bülow-Olsen & Sten Larsen; udarbejdet af The Anne Frank House, Holland; forord ved Herbert Pundik. Valby: Maaholm, 2004. - 144 s.