8. mai
Appearance
<< | Mai 2024 | >> | ||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | ||
6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 | 12 |
13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 | 19 |
20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 |
27 | 28 | 29 | 30 | 31 | ||
MMXXIV |
8. mai er dagur 128 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 129 um skotár). Tað eru 237 dagar eftur av árinum. Altjóða Reyða Kross dagur verður hátíðarhildin í dag.
Hendingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1521 - Týski munkurin Martin Luther verður lýstur í bann og friðleysur av týsk-rómverska keisaranum Karl V. á ríkisdegnum í Worms, tí at Luther vildi ikki taka skriftirnar aftur.
- 1794 - Franski evnafrøðingurin Antoine Lavoisier verður dømdur til deyða fyri falsan av tubakki og skattasvik. Hann verður tikin av døgum við hálshøgging í falløks (guillotinu) sama dag.
- 1886 - John Pemberton byrjar at selja "Coca-Cola" sum heilsudrykkur.
- 1902 - Gosfjallið Mount Pelee á fronsku oynni Martinique í Karibiahavinum fer at goysa ógvusliga. Størsti býur og táverandi høvuðsstaðurin St. Pierre verður lagdur í oyði og nærum øll fólkini í býnum lata lív.
- 1912 - Filmsframleiðslufyritøkan Paramount Pictures verður sett á stovn.
- 1945 - Seinni heimsbardagi endar í Evropa hendan dagin.
- 1978 - Fjallaklintrararnir Reinhold Messner og Peter Habeler verða fyrstir at røkka toppin á Mount Everest uttan at nýta eyka súrevni.
- 1983 - Norðurlandahúsið í Føroyum letur upp alment.
- 1998 - Danski fótbóltsleikarin Michael Laudrup kunnger, at hann gevst sum yrkisfótbóltsleikari eftir HM í Fraklandi.
Føðingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1753 - Miguel Hidalgo, meksikanskur politikari (d. 1811)
- 1828 - Henry Dunant (d. 1910)
- 1884 - Harry S. Truman, amerikanskur forseti (d. 1972)
- 1906 - Roberto Rossellini, italskur leikstjóri (d. 1977)
- 1937 - Thomas Pynchon, amerikanskur rithøvundur.
- 1945 - Keith Jarrett, amerikanskur tónleikari.
- 1954 - John Michael Talbot, amerikanskur sangari og tónaskald.
- 1958 - Roddy Doyle, írskur rithøvundur.
- 1975 - Enrique Iglesias, spanskur sangari.
- 1976 - Martha Wainwright, kanadisk songkvinna.
Andlát
[rætta | rætta wikitekst]- 1319 - Hákun Magnusson, kongur Noregs (f. 1270)
- 1794 - Antoine Lavoisier, franskur evnafrøðingur (f. 1743)
- 1819 - Kamehameha I, havaiiskur kongur (f. c. 1758)
- 1873 - John Stuart Mill, enskur heimspekingur (f. 1808)
- 1903 - Paul Gauguin, franskur listamálari (f. 1848)
- 2012 - Maurice Sendak, amerikanskur rithøvundur (f. 1928)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |