Jump to content

John Lennon

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 11. jan 2016 kl. 09:54 av EileenSanda (kjak | íkøst) (Legði afturat Bólkur:Bretskir sangarar við hjálp frá Hotcat)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)
John Lennon í Montreal, Quebec í Kanada 1969.

John Lennon (føddur 9. oktober 1940 í Liverpool og deyður 8. desember 1980 í New York) er ein av heimsins kendastu sangarum, tónleikarum og sangskrivarum. Hann byrjaði yrkisleið sína í The Beatles saman við Paul McCartney, George Harrison og Ringo Starr. Saman skrivaðu Lennon og McCartney teir flestu sangirnar hjá The Beatles.

The Beatles vóru virknir millum 1962 og 1970. Síðst í 60'unum fór John Lennon saman við konu síni Yoko Ono at brúka sína støðu sum kendur at bera fram boðskapin um frið í heiminum. John Lennon virkaði einans sum solistur eftir at The Beatles vóru upploystir. Í 1975 valdi John Lennon at venda almenna lívinum bakið, tí tá høvdu hjúnini fingið sonin Sean.

Á heysti 1980 góvu hjúnini út plátuna Double Fantasy, ið var hugsað sum ein tónleikalig samrøða, har tey áttu annað hvørt lag. Um kvøldið 8. desember, tá ið hjúnini vóru komin heim úr upptøkuhølunum, har tey høvdu mixað lagið hjá Yoko Ono Walking On Thin Ice, varð John Lennon skotin til deyðis av einum sinnisveikum fjeppara.

John Lennon pláturnar

[rætta | rætta wikitekst]
  • Two Virgins - 1968
  • Life With The Lions - 1969
  • Wedding Album - 1969
  • Live Peace In Toronto - 1969
  • John Lennon/Plastic Ono Band - 1970
  • Imagine - 1971
  • Some Time In New York City - 1972
  • Mind Games - 1973
  • Walls And Bridges - 1974
  • Rock 'N' Roll - 1975
  • Shaved Fish - 1975
  • Double Fantasy - 1980
  • John Lennon Collection - 1982
  • Milk And Honey - 1984
  • Live In New York City - 1986
  • Menlove Ave - 1986
  • Imagine:John Lennon - 1988


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið