George Harrison

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
George Harrison í Washington DC í 1974.

George Harrison (føddur 25. februar 1943 í Liverpool og deyður 29. november 2001 í Los Angeles, Kalifornia). Hann byrjaði yrkisleið sína í The Beatles saman við John Lennon, Paul McCartney og Ringo Starr. Í fyrstuni skrivaði George Harrison ikki nógvar sangir fyri The Beatles, men sum árini gingu og løgini gjørdust betri troyttaðist hann av at standa í skugganum av Lennon/McCartney.

The Beatles vóru virknir millum 1962 og 1970. Aftaná at The Beatles vóru upploystir virkaði George Harrison bert sum solistur. Yrkisleiðin hjá George Harrison hevði sínar hæddir og lægdir. Tað byrjaði sera væl við trídupult plátuni All Things Must Pass og risahittinum "My Sweet Lord" í 1970; men sum árini liðu fall George Harrison mestsum í gloymskuna hjá øllum øðrum enn sínum mest trúføstu fjepparum. Í seinu helvt av 1980'unum kom George Harrison tó afturíaftur við plátuni Cloud Nine og ikki minst í samstarvinum við Jeff Lynne, Tom Petty, Roy Orbison og Bob Dylan í Travelling Wilburys.

George Harrison sangir við The Beatles[rætta | rætta wikitekst]

Tað fall ikki George Harrison líka lætt at skriva sangir sum hjá John Lennon og Paul McCartney. Í samband við upptøkurnar hjá Beatlunum saman við Tony Sheridan á sumri 1961, varð tó innspældur eitt instrumental lag, ið George hevði skrivað samaan við John - "Cry For A Shadow". Lagið var ein parodi uppá tónleikin hjá The Shadows.

Men fyrstu árini Beatlarnir vóru virknir sang George løg hjá øðrum so sum Chains og "Do You Want To Know A Secret" (av Please Please Me); "Roll Over Beethoven" og "Devil In Her Heart" (av With The Beatles); "I'm Happy Just To Dance With You" (av A Hard Day's Night) og "Everybody's Trying To Be My Baby" (av Beatles For Sale). Serliga John Lennon royndi at hjálpa George við sangum - "Do You Want To Know A Secret" og "I'm Happy Just To Dance With You" eru báðir skrivaðir beinleiðis til George Harrison at syngja, og í hesum høpi er tí eisini vert at nevna "You Really Got A Hold On Me" (av With The Beatles), ið teir báðir syngja saman.

Fyrsti George Harrison sangurin, sum kom á eina Beatles plátu, var "Don't Bother Me", ið slapp á With The Beatles í 1963. George skrivaði sangin, tá ið hann lá sjúkur nakrar dagar sum eina roynd at vita, um tað bar til hjá sær at skriva yvirhøvur. Á Help! plátuni frá 1965 átti George 2 sangir: "I Need You", sum eisini varð við í filminum, og "You Like Me Too Much", og á Rubber Soul átti "hin stilli" tveir sangir aftrat: "Think For Yourself" og "If I Needed Someone", ið gjørdist eitt stórt hitt hjá bólkinum The Hollies.

Í 1966 komu einans út 16 nýggir Beatles sangir, og George átti tríggjar av teimum 14, ið komu á Revolver plátuna: "Taxman", ið hevði eitt riff, sum er vorðið kopierað av mongum bólkum síðani tá; "Love You To", ið var fyrsta indiska lagið hjá The Beatles og so rocksangurin "I Want To Tell You". Á Sgt Pepper's Lonely Hearts Club Band, sum kom á sumri í 1967, átti George Harrison tann droymandi og filosofiska "Within You Without You", ið aftur var indiskur í arrangementinum. George Harrison lat eisini tveir sangir hetta árið til komandi teknifilmin Yellow Submarine, ið tó ikki kom alment út fyrr enn tíðliga í 1969. Sangirnir vóru "Only A Nothern Song" og "It's All Too Much". Harumframt lat hann eisini sangin "Blue Jay Way" til filmin Magical Mystery Tour, ið varð frumsýndur á BBC 2. jóladag 1967.

Á vári í 1968 kom so fyrsti sangurin hjá George á eina Beatles singul. Tað var tann vakri og indiski "The Inner Light", sum slapp á B-síðuna á Lady Madonna. "The Inner Light" varð innspældur um sama mundi, sum upptøkurnar til Wonderwall Music filmsplátuna hjá George Harrison fóru fram. Á White Album átti George Harrison 4 sangir, og tann víðagitni "While My Guitar Gently Weeps" við Eric Clapton á gittara verður roknaður sum ein av heilt stóru rock-klassikarunum. Millum hinar sangirnar hjá George á plátuni er "Piggies", ið var ein av sangunum Charles Manson og hansara harkalið brúktu sum prógv fyri sínum dómadagsætlanum, tí tey sóu tað sum tekin um komandi rasu-kríggið, ið Charles Manson væntaði sær. Serliga Helter Skelter verður settur í samband við hesa skemdargerð hjá Manson. "Long Long Long" og "Savoy Truffle" eru hinir báðir sangirnir hjá George á Hvítu Plátuni.

Í januar 1969 vóru upptøkur gjørdar til Get Back verkætlanina, har Beatlarnir ætlaðu sær at venda aftur til sínar røtur og spæla inn uttan ov nógvar yvir-dubbingar í studio, sum teir annars vóru vorðnir kendir fyri. Verkætlanin skuldi føra til ein film og enda við eini konsert.

Hóast George hevði fleiri sangir við til verkætlanina, gramdi hann seg seinni um, at John og Paul bert sýndu tveimum av teimum áhuga. Teirra millum var tann blues inspireraði "For You Blue", og lagið George umrøddi sum ein tungur-valtsur "I Me Mine". Um summarið kom so singulplátan The Ballad Of John And Yoko, og á B-síðuni var George Harrison lagið "Old Brown Shoe", ið vísti at eisini hann dugdi at skriva rútmiskt svingandi rock-sangir.

The Beatles vildu ikki, at síðsta minni um teir sum bólkur skuldi vera misjavna Get Back verkætlanin, ið teir høvdu ilt við at fáa sett saman til eina plátu við hóskandi Beatles góðsku, so teir fóru á sumri 1969 aftur í studio at spæla inn eina seinastu plátu. Tann plátan kom at eita Abbey Road eftir gøtuni har London-studioið hjá EMI liggur. Tá ið Beatlarnir vóru givnir tók studioið navnabroyting og kallaðist síðani Abbey Road Studios at heiðra The Beatles, sum spældi næstan allan sín tónleik inn har.

Á Abbey Road plátuni eigur George tveir av allarstørstu Beatles klassikarunum yvirhøvur. Tann yndisliga "Here Comes The Sun" og vakra "Something", sum varð mettur at vera so góður, at sangurin slapp á singulplátu saman við "Come Together". Hetta var so síðsta dupulta A-síðu singulin hjá The Beatles, tvs. at teir løgdu upp til, at báðir sangirnir skuldu metast sum hitt. Hetta høvdu teir m.a. eisini gjørt við singlurnar "Day Tripper"/"We Can Work It Out" (1965) og "Yellow Submarine"/"Eleanor Rigby" (1966).

Í januar 1970 varð klippingin liðug av mongu filmsupptøkunum í samband við Get Back, ið nú hevði fingið heitið Let It Be; men tá varnaðust Beatlarnir, at eingin líkinda upptøka var av lagnum "I Me Mine" hjá George, ið var við í filminum. Hetta gjørdi, at teir fóru saman í studio at spæla inn "I Me Mine" av nýggjum. John Lennon var ikki við á hesum upptøkunum, tí hann og Yoko Ono vóru stødd í Danmark í royndini at fáa samband við dóttir Yoko, ið hon átti í fyrru giftu síni við amerikumanninum Tony Cox.

Phil Spector fekk litið upp í hendur at produsera Let It Be, so tryggjast kundi, at upptøkurnar frá januar mánaði 1969, kom út í nøktandi líki.

Fyrstu verkætlanirnar[rætta | rætta wikitekst]

Wonderwall var ein filmur um ein mann í bestum árum, sum fær ein nýggjan ungdóm, tá ið hann varnast, at hinumegin garðin heldur vakra grannakvinnan til. Løgini á filmsplátuni Wonderwall Music hjá George Harrison, ið var fyrsta útgávan, sum kom á plátufelagnum hjá The Beatles Apple Records, kunnu býtast í tvey. Tey løgini, sum eru innspæld í India við indiskum instrumentum, og so tey løgini, sum eru innspæld í London við vesturlendskum instrumentun. Plátan seldi tó einki serliga væl. Electronic Sound æt næsta plátan, ið George Harrison gav út. Á hesi plátu eru tvey løg, sum bæði eru gjørd við syntheseisara. Heldur ikki henda plátan seldi nakað serligt.

Stóra gjøgnumbrotið[rætta | rætta wikitekst]

Í 1970 kom so stóra gjøgnumbrotið hjá George Harrison. Hann hevði gjøgnum árini skrivað eina rúgvu av sangum, og nú George ikki longur hevði bindingarnar The Beatles góvu honum, liggjandi á sær, var lagamanni at spæla inn. Úrslitið gjørdist tann trýdupulta plátan All Things Must Pass, og av henni fekk George eisini risa-hittið My Sweet Lord. My Sweet Lord skuldi tó volda George Harrison mikið høvuðbrýggj, tí hann bleiv stevndur fyri at hava plagierað lagið He's So Fine. George endaði við at tapa sakina.

Stuðulskonsertin[rætta | rætta wikitekst]

Ravi Shankar, sum á sinni lærdi George Harrison at spæla sitar, gjørdi Beatlan varugan við trupulleikarnar í Bangladesj, sum var hart rakt av hungri. Tvær stórar konsertir har m.a. Bob Dylan, Billy Preston og Ringo Starr framførdu vórðu upptiknar og filmaðar, og ætlanin var, at alt yvirskotið skuldi fara óskert til hjálpararbeiði í plágaða landinum. Í 1972 komu so upptøkurna út á enn einari trýdupultari plátu.

Lívið í materialla heiminum[rætta | rætta wikitekst]

Tað kendist næstan sum um George Harrison hevði brent krútið ov skjótt av, soleiðis sum 70'ini gingu, tí komandi pláturnar vóru misjavnar og fingu lakari og lakari móttøku sum árini gingu. Í 1973 kom plátan Living In The Material World, ið var seinasta stóra hittið hjá Harrison í 70'unum. Singulin Give Me Love (Give Me Peace On Earth) kom rímiliga høgt upp á hittlistarnar.

Í 1974 kom plátan Dark Horse, ið var merkt av at George um tað mundi plátan var innspæld var sjúkur í hálsinum, og tí er sangurin hjá honum heldur misjavnur á útgávuni, sum hann enntá royndi at fylgja upp við eini konsertferð í USA, sum beinleiðis kann kallast ein fiasko. Í 1975 kom plátan Extra Texture (Read All About It), sum hóast hon hevði sínar løtur, doyði burtur rættiliga skjótt á sølulistunum.

Í 1976 var sáttmálin The Beatles høvdu havt við EMI útgingin, og plátufelagið gjørdi tí av at geva út eina savnsplátu við tí besta hjá George Harrison - The Best Of George Harrison. Tað sum er sermerkt við plátuni, ið George onga ávirkan hevði á, var at á síðu a vóru løg við The Beatles, og á síðu B vóru solo løg við George Harrison. Ein líknandi pláta kom eisini á marknaðin við Ringo Starr - Blast From Your Past, men hóast hon ikki varir meir enn ein hálvan tíma, so eru bert løg frá solokarrieruni hjá Ringo á plátuni.

Paul McCartney hevði skrivað nýggjan sáttmála við EMI og var eitt somikið stórt navn um hetta mundið, at plátufelagið ikki gav út líkandi plátu við hansara bestu løgum. John Lennon, sum var farin í sjálvboðið sáttmálaloysi at vera heima hjá nýfødda soni sínum, slapp eisini undan hesi viðferðini, tí hann hevði sjálvur staðið fyri at skipa eina savnsplátu beint áðrenn sáttmálaskeiðið var runnið - Shaved Fish (Collectable Lennon). George Harrison hevði tó fingið nýggjan sáttmála við WarnerBrothers, ið var plátufelagið hann helt seg til næstu nógvu árini. Tær næstu pláturnar hjá George komu so út á hansara egna merki Dark Horse Records, ið fekk eina góða samstarvsavtalu við Warner.

Í 1981 gav George út plátuna Somewhere In England, har stóra hittið gjørdist minnissangurin All Those Years Ago, sum var skrivaður til John Lennon, ið bleiv myrdur 8. desember í 1980. Í 1987 kom út plátan Cloud Nine, ið Jeff Lynne úr ELO hevði produserað. Av hesi plátu fekk George Harrison sítt størsta hitt síðan My Sweet Lord - Got My Mind Set On You. Í 1988 byrjaði samstarvið í Traveling Wilburys. George Harrison doyði av krabbameini.

George Harrison pláturnar[rætta | rætta wikitekst]

  • Wonderwall Music - 1968
  • Electronic Sound - 1969
  • All Things Must Pass - 1970
  • Concerts For Bangla Desh - 1972
  • Living In The Material World - 1973
  • Dark Horse - 1974
  • Extra Texture (Read All About It) - 1975
  • Best Of George Harrison - 1976
  • 33 & 1/3 - 1976
  • George Harrison - 1979
  • Some Time In England - 1981
  • Gone Troppo - 1982
  • Cloud Nine - 1987
  • Traveling Wilburys Vol 1 - 1988
  • Traveling Wilburys Vol 3 - 1990
  • Live In Japan - 1992
  • Brainwashed - 2002