Jump to content

Ørðavík

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Øravík)
Ørðavík
Ørdevig (danskt)
Bygd
Ørðavík
Ørðavík
Land  Føroyar
Sýsla Suðuroya sýsla
Oyggj Suðuroy
Kommuna Tvøroyrar kommuna
Íbúgvar 35 (2015)[1]
Postnummur FO-827
Markatal 24-00-00

Ørðavík (verður eisini stavað Øravík) er ein bygd í Suðuroy. Har búgva 44 fólk (2014). Ørðavík er partur av Tvøroyrar kommunu. Øravík er á eystursíðuni á Suðuroynni, miðskeiðis í oynni. Grannabygdirnar eru Fámjin, Hov og Trongisvágur. Fyri at koma til Fámjins, sum er bygd á vestursíðuni av Suðuroynni, má ein koyra gjøgnum Ørðavík fyrst og snara av har. Ferjulegan í Suðuroynni, Krambatangi, er ber fáir minuttir norðanfyri bygdina Ørðavík, í Øravíkarlíð. Eitt hotel er í Ørðavík, sum eitur Hotel Øravík ella Gistingarhúsið við Á. Har er eisini matstova. Bæði hotel og matstova lótu aftur í mai 2012, eftir at eldur varð settur á hotelli. Serliga køkurin og matstovan fóru illa.[2] Summarhús verða eisini útleigað í Ørðavík. Eitt bønhús er í bygdini. Har er eitt lítið havnalag við einari kai og nøkur neyst eru har. Neyt eru eisini at síggja í Ørðavík umframt seyð og gæs. Úr Ørðavík á veg suðureftir kann ein velja at koyra til Hovs antin gjøgnum Hovstunnilin, sum varð tikin í brúk í 2007 ella eftir gamla vegnum um Hovsegg sum gongur gjøgnum Tjaldavík og eftir Hovseggini. Ørðavík verður fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum, sum varð skrivað millum 1350 og 1400.[3]

Vegurin úr Ørðavík um Hovsegg

[rætta | rætta wikitekst]
Basalt í Hovseggini skapað sum "zikzak".

Hesin vegur verður nú mest brúktur av teimum, sum eiga seyð í økinum, ella av fólki, sum velur at fara henda longra teinin fyri at njóta vakra útsýnið. Tað sæst langan veg norðureftir um tað er klárt í veðrinum frá vegnum um skarði, beint áðrenn vegurin fer rundan um fjallið til Hovseggina. Á Hovseggini er eisini vakurt útsýni suðureftir, ein sær heilt suður til Beinisvørð í klárum veðri, og so er sermerkt basaltgrót fram við vegnum, stabbagrót, men skapað meira í sikksakk-formi, ikki sum beinir stabbar, sum stabbagrótið í Froðba, heldur meinlíkt tí sum ein sær í Kúlugjógv í Froðba. Longri uppi í fjallinum er tó basaltgrót, sum er í stabbaskapi eins og tað fram við Froðbiarvegi.

Uppi millum Stovur, Gálgagjógv og Tjaldavík

[rætta | rætta wikitekst]

Ørðavík er m.a. kent úr Suðuroyarsøgnum við tað at Tingstaðurin var í Ørðavík á einum staði, sum eitur Uppi millum Stovur. Beint sunnanfyri Ørðavík er Tjaldavík og Tjaldavíkshólmur. Tjaldavík hevur fingið navn eftir øllum tjøldunum, sum hava staðið har, tá Tingstova var Uppi millum Stovur. Gálgagjógv er á norðaru síðu av víkini, niðri við sjóvarmálan á nesinum millum Ørðavík og Trongisvág. Har blivu fólk tikin av døgum fyrr í tíðini, eftir at tey vóru dømd til deyða í Tingstovuni Uppi millum Stovur.

  1. Hagstova.fo
  2. Kringvarp.fo Setti eld á Hotel Øravík fleiri staðni
  3. "Heimabeiti.fo". http://heimabeiti.fo/default.asp?menu=152. Heintað 2012-12-06. 

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið