Ølklubbar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ølklubbar vóru upprunaliga eitt fyribrigdi íkomið av føroysku rúsdrekkaskamtanarskipanina, sum varð avtikin fyrst í 1990-árunum. Bara í Havn vóru fleiri ølklubbar: Mimir, Kaggin, Tórshøll, Kvøldlot og Havnar Klubbi. Eisini Klaksvík hevði sín klubba, Klaksvíkar Klubbi, og fleiri bygdir høvdu klubbar eisini, til dømis Fuglafjarðar Klubbi og Tvøroyrar Klubbi.

Síðan rúsdrekkaskamtanin varð avtikin eru hesir klubbar broyttir meir ella minni til vertshús, og stranga kravið um limaskap er bloytt upp, og hava klubbarnir nú antin atgongumerkjasølu ella ókeypis atgongd.

Ølklubbarnir vóru ein háttur at umgangast skamtanarskipanina; limirnir lótu inn skamtanarkort sítt, og klubbin keypti so inn stóra nøgd av rúsdrekka fyri samlaða skamtin hjá limunum. Síðani rak klubbin barr á "vanligan" hátt.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Greinir[rætta | rætta wikitekst]

  • Ølklubbarnir byrjaðu við avtalu millum landsstýrið, politiið og Mjørkadal. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 9, 1976