Ólavur í Beiti
Ólavur í Beiti (føddur 23. november 1952, uppvaksin í Sørvági er ein føroyskur rithøvundur og blaðmaður. Hann hevur útgivið fleiri bøkur. Hann stovnaði Vágaportalin 12. desember 2007[1] og rak hann í fleiri ár. Í 2013 seldi hann Vágaportalin til Gunnar Skúvadal úr Vestmanna, men fer hóast tað at halda fram við at skriva har eina tíð afturat.[2]
Hann tók studentsprógv í 1973 í Hoydølum og hevur síðan fingist við ymiskt. Starvaðist sum blaðmaður í góð fýra ár, var eina tíð við føroyskum fiskiskipum á lodnu- og makrelveiðu og eisini í langfarasigling. Hann hevur eisini starvast sum skúlalæraravikarur í nøkur ár og var skúlaárið 1976/77 vikarur í Mykinesi. Hann hevur eisini búð í Onglandi og Danmark í nøkur ár í lestrarørindum, og býr nú aftur í Sørvági.
Í 1980 gav kann út á egnum forlagi stuttsøgusavnið Ung sál, í 1988 savnið Genturnar í Leixoës, og í 1989 savnið Einaferð. Sama ár, 1989, skrivaði hann eisini heftið Sørvágs skúli í sambandi við skúlavígsluna tann 11. november 1989. Í 1994 gav E.O.Prent Forlag út savnið Frøkun Snarljós og hennara dýrabæra ogn, og í 1995 gav hann út bókina Eitt slag av tíð. Forlagið hjá honum nevnist Forlagið Grønhólmur og hevur givið út Genturnar í Leixoës og Einaferð, og bókina Eitt slag av tíð, sum var ein tann fyrsta bókin í føroysku ISBN - skrásetingini.
Fleiri av søgum hansara hava verið lisnar upp í Útvarpi Føroya og hava eisini staðið í føroyskum bløðum, eitt nú Dimmalætting og Oyggjatíðindum. Ólavur hevur útgivið stuttsøgur, skaldsøgur, hugleiðingar, endurminningar, greinar o.a.
Útgivið
[rætta | rætta wikitekst]- 1988: Genturnar í Leixoës : stuttsøgur, 150 síður[3]
- 1994: Frøkun Snarljós - og hennara dýrabæra ogn, Tórshavn : E.O. Prent, 199 síður.[4]
- 1995: Eitt slag av tíð, Grønhólmur, 247 síður.
- 1997: Når du kommer, endurminningar, Ann Ellefsen týddi til danskt. Sørvágur, Grønholmur, ISBN: 99918-900-6-8
- 1997: Úr egnum barmi, Viðmerkingar, bókaummæli og stuttsøgur, Grønhólmur, Sørvágur, 215 síður, ISBN: 99918-900-4-1
- 1997: Losi tann fyrsti, Grønhólmur, 3 søgur, 110 síður, ISBN: 99918-900-8-4
- 1998: Til kærleikin meg skilir, skaldsøga, Grønhólmur, 1998, ISBN: 99918-900-9-2. Innihald: Innihald: So lætt var tað. Deyðans barn. Eg sá hana. Lagnan hjá Tummasi. Vit ivaðust ikki. Eg steinaði ikki hundin hjá Tonio Glitter tá. Ketan. Tí gekst tað so leingi at fáa hjálp til Jóhan Steffan. Alkoholiseraður pástandur. Fyri hennara sakir. Journalistisk frágreiðing. Master Poul. Royndin hjá Guðmundi Stirlasson. Til kærleikin skilir meg. Sædd í oyði. Átta ónd ár. Dóttir mín. Gev mær sex. Veggir myrkursins. Ærligt spæl.[5]
- 1999: Sangur einliga pápans, Grønhólmur, ISBN: 99918-900-7-6
- 2001: Aldanna børn, stuttsøgur, greinar, Grønhólmur, ISBN: 99918-960-0-7
- 2003: Tíðarmyndir - Fyrsta bók, Vestbók, ISBN: 99918-979-9
- 2006: Tjatt, stuttsøgusavn, Grønhólmur, 142 síður, ISBN: 9991896015
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ vp.fo, Vágaportalurin fimm ár í dag
- ↑ "aktuelt.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-09-03. https://web.archive.org/web/20130903043731/http://aktuelt.fo/grein/vagaportalurin_seldur_til_vestmanna. Heintað 2013-11-16.
- ↑ http://libris.kb.se/bib/842946
- ↑ http://libris.kb.se/bib/2004935
- ↑ hnj.fo[deyð leinkja]