Oyggjatíðindi
Appearance
Oyggjatíðindi er eitt føroyskt tíðindablað. Tað kom út fyrstu ferð 25. november 1977. Í september 2011 avgjørdi Dan Klein, blaðstjóri á Oyggjatíðindum, at framyvir skuldi Oyggjatíðindi ikki koma út í blaðútgávu, men sum talgilt blað. Henda avgerð varð tikin fyri at tilpassa blaðið teir tendensir, sum talgildu miðlarnir hava við sær. Henda broyting hevur gjørt tað møguligt fyri fólk um allan heimin at lesa tíðindi á heimasíðuni hjá Oyggjatíðindi, umframt at keypa blaðið sum pdf-fílu. Blaðið kom út fyrstu ferð sum Pdf fíla lomgu í 2003, ein tænasta til føroyingar uttanlands.[1]
Blaðstjórar
[rætta | rætta wikitekst]- 1977 - 1978 Arni S. F. Joensen
- 1978 (mai - desember) Sigmund Poulsen
- 1978 - 1982 Lasse Klein
- síðan 1982 Dan Klein
Kelda
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Nordlysid.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305012852/http://www.nordlysid.fo/Default.aspx?ID=42&Action=1&NewsId=8492¤tPage=149&PID=3773. Heintað 2013-01-19.
- Niels Thomsen og Jette D. Søllinge: De Danske aviser : 1634 -1989, bind 3, Odense 1991, s. 699