Ógvella

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ógvella

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Anseriformes
Ætt: Anatidae
Slekt: Clangula
Slag: C. hyemalis
Clangula hyemalis

Ógvella (frøðiheiti - Clangula hyemalis), summstaðni í Føroyum nevnd ógvølla, er ofta at síggja um veturin; á halvarðsøku fer hon, men tað hendir seg at síggja onkra um summarið, men eingin veit hana hava átt í Føroyum. Steggin, tá ið hann er fullbúgvin, er eyðkendur, tí hann er so nógv flekkutur á høvdi og hálsi, mest hvítur við gráum og svørtum og brúnum litum her og har. Bringa og bak eru svørt, búkurin hvítur. Aftur úr velinum hevur hann tvær avbara langar svartar fjaðrar. Bøgan er eisini flekkut um høvur og háls, brún um bak og bringu. Bæði hava tey ein reyðan lit frammarlaga á nevinum. Ungfuglurin líkist mest bøguni; men hann skiftir lit mangar ferðir, áðrenn hann fær sín rætta brúna, — kennist tó altíð væl av tí, at ógvella er minst av øllum antarsløgum, her á sjónum síggjast. Eisini hon eigur norðuri í kuldalondunum Svalbarði, Grønlandi og Íslandi.[1]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið