Íkornaapur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Wikipedia:How to read a taxoboxHow to read a taxobox
Íkornaapur
Saimiri sciureus-1 Luc Viatour.jpg
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Primates
Ætt: Cebidae

Íkornaapur (frøðiheiti - Saimiri sciureus) er kát og spølin av lyndi og trívst best í flokki - einar 30 ella fleiri - saman við ætt síni og vinum. Íkornaapur er altátin. Tær eta frukt, fuglar, egg og fíra ikki fyri at gresja ein fittan, leskiligan eiturkopp. Íkornaapur líva í tropisku regnskógur í Mið- og Suðuramerika. Sum navnar sínir eru íkornaapur ógvuliga kvikar og fara sum fok ígjøgnum skógin. Íkornaapur blíva normalt uml. 20 ára gamla.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið