Eiturkoppur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Eiturkoppur

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Arthropoda
Flokkur: Arachnida
Hópur: {{{hópur}}}

Eiturkoppur (frøðiheiti: Araneae) er lítið áttaføtt kykt. Nógvir gera sær nót at veiða flugur. Eiturkoppur eru liðadýr; men ikki skordýr - teir hava átta bein og eru spunarar. Leivdir av dýrum, sum líkjast eiturkoppum, eru funnar úr devontíðini, tá ið fyrstu skordýrini krupu upp á land. Fyrstu veruligu eiturkopparnir eru úr koltíðini (300-290 m.á.s.), til dømis Grephorus. Eiturkopparnir eru lítið broyttir, síðan teir vórðu til. Sum eiturkoppasløgini nú á døgum hevði Grephorus spunavørtir, og úr teimum kemur silkievni, ið storknar til tráð. Av hesum tráði verður spunnið lokkanetið, sum flugur og onnur skordýr renna seg í. Næstan allir eiturkoppar eru etrandi. Kanska er tað tí, at so nógv ræðast teir. Av teimum 35 000 sløgunum, sum eru til, eru bert umleið 30 vandamikil fyri okkum – og tey sløgini eru ikki í Føroyum. Teir vandamiklastu eru brasiliansku fuglaeiturkopparnir. Teir sníkja seg ofta inn í hús og krógva seg í myrkum krókum. Kanska í einum skógvi ella í einum skápi. Teir eru skild í nógvum ólukkum á hvørjum ári.

Purluthærda tarantellan er stór sum manshond.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið