Ígulfiskur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tað eru fleiri enn 120 sløg av ígulfiskum til í heiminum.

Ígulfiskur (frøðiheiti Tetraodontidae) blæsur seg sjálvan upp eins og ein ballón fyri at verja seg móti ránsdjórum. Ígulfiksur, sum er ein klombrutur svimjari, fyllur elastiska magan sín við sjógvi (og onkuntíð luft) og kann blása seg sjálvan so stóran, at hann verður fleri ferðirnar sína vanligu stødd. Summi sløg hava eisini píkar til ávaringar. Sjálvt um ein ránfiskur skuldi slúkt einum ígulfiski, so fer honum neyvan at dáma smakkin. Flestu ígulfiskar hava eitur, sum ger at teir smakka illa og sum kann drepa aðrar fiskar. Eitri kann eisini gera av við fólk. Tað er nokk av eitri í einum ígulfiski at drepa 30 vaksin fólk – og tað finst onki móteitur. Í Japan eita teir fugu og eru sera dýrt og leskiligt krás. Av tí at fiskurin er so eitrandi, verður hann tilgjørdur av serliga útbúðnum fugukokkum. Ger kokkurin eitt skeivt kut, kann tað føra til deyðan hjá einum sera óhepnum gesti.

Flestu ígulfiskar liva í tropiskum og subtropiskum sjógvi. Teir hava langan, spískaðan kropp og kúlulíkt høvd. Summi sløg hava sterkar litir og blettir at vísa, at teir eru eitrandi, meðan onnur sløg hava veikari litir, sum gera, at teir fara í eitt við umhvørvið. Teir hava onga roðslu og hava vanliga grovt ella píkut skin. Øll ígulfiskasløgini hava fýra tenn, sum eru vaksnar saman til eitt nev. Ígulfiskur etur mest ryggleys djór og tara. Stórir ígulfiskar klára enntá at bróta skeljar og gággur við sínum harða nevi. Summi sløg av ígulfiskum eru hótt av dálking og ovfisking, men flestu stovnarnir hava tað gott. Ígulfiskur kann gerast ein metur langur.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið