Jump to content

Ídnaðarsamfelagið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ídnaðarsamfelagið

[rætta | rætta wikitekst]

Ídnaðarkollveltingin byrjaði í Onglandi mitt í 18. øld. Síðani spreiddist hon til Fraklands, Belgia, Sveis og so spakuliga gjøgnum Evropa og at enda til Amerika.

Ídnaðarsamfelagið í Evropa

[rætta | rætta wikitekst]

Undir ídnaðarkollveltingingini vóru umstøðurnar sera ringar hjá fólkið at liva í. Í Evropa livdu heili 20-40% av fólkinum í vesaldómi. Tey gingu biddaragongd ella hildu til í fátækraheimum. Í 18. øld vóru 10% av fólkinum í Evropa biddarar. Nógv doyðu av sjúkum, ið var ein avleiðing av ov vánaligari heilsu. Loyvt var at reka tey fátøku burtur og fara illa við teimum. Tey fátøku vóru sett í sama bás sum brotsmenn og skøkjur, ið vóru sædd nógv niður á. At eiga barn ógift var mangan ein vanlukka. Lítil og eingin møguleiki var at hava barnið, tí so var vandi fyri at missa arbeiðið. Einasta loysnin var at lata barnið frá sær, ella, vildi illa til, beina fyri tí. Nýføðingar vórðu ofta funnir deyðir úti á vegnum ella í kloakkum.

Eitt gott dømi um hvussu fólk høvdu tað tá, er bókin hjá Charles Dickens: Oliver Twist. Hon snýr seg um ein drong, ið varð latin inn á eitt fátækrahús sum barn og livir eitt sera hart lív, sum fátækur. Charles Dickens lýsir sera væl, hvussu tað var at liva tá í tíðini.

Ídnaðar samfelagið í Føroyum

[rætta | rætta wikitekst]

Í 18. øld var tað øgiliga vanligt at fólk máttu liva í neyð og hungri, meðan keypmenn og góðseigarar høvdu tað væl betri. Í Føroyum vóru gjørdar ymiskar lógir fyri at bøta um fátækradømi. Eitt dømi er Trælalógin, sum kom í gildið í 1777. Hendan lógin segði, at um man var førur fyri at arbeiða, so skuldi man arbeiða, líka mikið hvussu fátækur man var. Trælalógin var ikki bara ein máti at bøta fyri fátækdømi, men eisini ein hjálp hjá bóndunum at fáa fleiri arbeiðsfólk. Tað var øgiliga vanligt at fólk reikaðu um landið fyri at bidda um ull og matvørur frá bóndunum. Men fyri at sleppa at bidda skuldi man hava eitt tryglarabræv frá fútanum, hetta brævið gav loyvi at bidda.


Er støðan í dag enn, sum hon var tá? Støðan í dag er nógv betri, enn hon var tá í tíðini. Vit hava gjørt nógv fyri at bøta um fátækdømi og javnrættindi millum rík og fátøk. Vit hava gjørt lógir soleiðis, at man ikki sleppur at hava trælir og eisini hava øll rætt til eina útbúgving. Hetta ger eisini, at tað er nógv lættari at fáa arbeiði, og tí eru tað nógv færri av fátøkum.

Avleiðingar av Ídnaðarkollveltingini.

[rætta | rætta wikitekst]

Ídnaðarkollveltingin hevði við sær, at til bar at framleiða vørur í hópatali. Maskinur vóru framleiddar, ið framdi til, at fólkini ikki skuldu arbeiða líka hart og leingi. Og eisini arbeiddi maskinurnar nógv skjótari enn fólk. Hetta hevur havt við sær at vørur eru nógv bíligari at keypa. Alt hetta er sera gott fyri øll fátøk, men tó er tað minni gott fyri keypmenninar, ið fáa minni fyri vørur sínar. Ígjøgnum ár og dag hava nógv fólk verið bangin um, at maskinur og "tólmenni" fara at taka leiklutin hjá fólki, ella, at alt verður gjørt fyri okkum. Hetta verður víst væl í filminum Wall-E har øll fólk sita í einum stóli, ið ger alt fyri teimum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið