Thousand Oaks
Thousand Oaks er ein býur í Kalifornia norðan fyri Los Angeles. Her búgva yvir 128.000 fólk. Hesin býurin liggur í lutstatspartinum Ventura County, og er einans á einum øki, ið er 142,5 km2. Miðalhitin í Thousand Oaks liggur á um 18 °C (64 °F), men kann koma líka niður á 10 °C (50 °F). Tom Glancy (R) er borgarstjóri í Thousand Oaks. Býurin liggur í syðra Kalifornia bert fáar kilometrar norðan fyri Los Angeles. 3,0 prosent av fólkinum livir í fátækradømi.
Býurin hevur eina ørgrynnu av mentunarligum tilboðum, so sum museum, parkir, vøkur øki og bygningar og eitt hugnaligt gongugøtuumhvørvi. Her ber til at síggja ta sermerktu Conejo Valley Botanical Garden og tað áhugaverda Thousand Oaks Civic Arts Plaza. Harumframt er at nevna t.d. Dawn's Peak. Býurin hevur sera nógvar matstovur, og tær borðreiða við mati úr øllum heiminum. Serliga ein av handilsmiðstøðunum, The Oaks Shopping Center, er risastór og kend um alt Suðurkalifornia.
Í 1964 var Thousand Oaks viðurkendur sum býur.