Spískamarið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Spískamarið
Slag Matgerð
Skapað av

Pætur Marjunarson Dahl

Gutti Winther
Upprunaland Føroyar
Upprunamál Føroyskt
Tal av sesongum 3
Tal av pørtum 18
Framleiðsla
Tíðarskeið 60 minutes
Útgáva
Upprunarásrás KVF
Eksternar leinkjur
Heimasíða

Spískamarið er føroysk matmentanarsending við Gutta Winther sum verti og kokki. Spískamarið leggur dent á góðar føroyskar rávørur. Saman við Gutta vitjar hyggjarin allar 18 oyggjar í Føroyum, har hann upplivir umhvørvið og fólkini kring hesar ómetaliga góðu rávørur. Í føgru føroysku náttúruni, og í býlingum av tí gamla slagnum og úti í føroysku náttúrununi, matgerð Gutti siðbundnan føroyskan mat á ein øðrvísi, einfalda og spennandi hátt. Ætlanin er eisini, at Spískamarið skal verða víst á útlendskum sjónvarpsrásum. Fyritøkan hevur sett Allan Dalsgarð at samráðast við norðurlendskar sjónvarpsrásir um at varpa føroysku matsendingina.[1] Spískamarið varð ikki tekstað í fyrstuni, men eftir at MBF hevði gjørt vart við trupulleikan, nevniliga, at deyv og tunghoyrd ikki kundu fylgja við í tí ið sagt varð, so blivu sendingarnar tekstaðar.[2]

Uppruni[rætta | rætta wikitekst]

Hugskotið til sendinga kom tá Gutti og Pætur Marjunarson Dahl sótu í Danmark fyri "nógvum árum síðani" og tosaðu um felags áhugamál teirra, ið var matsendingar. Prátið fall inn á "Ny Nordisk Mad", og vóru teir báðir á einum máli um, at um nakað veruliga var partur av slíkari matgerð so var tað Føroyar. Føroyar hava eina ríka veiðimentan og einfaldan matgerðarhátt, ið ikki er ávirkaður av útlendskari matmentan. Hetta hildu teir týða uppá ómetaligar menningarmøguleikar fyri Føroyar innan fyri norðurlendska matmentan.

Tí bleiv hugtakið aftanfyri Spískamarið sera einfalt, men samstundis sera hásinnað; At endurføða føroyska matmentan fyri bæði føroyingar og restina av heiminum, við at seta rávøruna og fólkini kringum somu vøru í hásætið. Á henda hátt kundi hyggjarin uppliva føroysku matmentanina sum nýskapandi, livandi, og spennandi. Samstundis lærdi hyggjarin eisini siðvandu og ektaðu síðuna av føroysku veiðimentanini.

Íblástur[rætta | rætta wikitekst]

Spískamarið heintar íblástur frá tí ”nýggju norðurlendsku bylgjuni” innan gastronomi, ið sambært Gutta, hevur tikið alheims matgerðina við stormi tey seinastu árini. Henda bylgja, eisini kend sum ”Ny Nordisk Mad”, hevur kollvelt norðurlendska køkin og sett hann á heimskortið. Matstovan, Noma, í Keypmannahavn og Koks í Havn eru góð dømi um júst hetta.

Stuðlar[rætta | rætta wikitekst]

Sendingin Spískamarið verður ikki framleidd av Kringvari Føroya, hon verður stuðlað av fleiri føroyskum fyritøkum. Høvuðsstuðlar eru Atlantic Airways og Bakkafrost. Harumframt stuðla JFK og P/F Palli hjá Mariannu sendingini.[3]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. in.fo Archived 2015-07-07 at the Wayback Machine, Spískamarið í útlendskt sjónvarp.
  2. mbf.fo Archived 2015-02-17 at the Wayback Machine, Spískamarið tekstað. Skrivað hin 16. nov. 2014.
  3. "Spiskamarid.com". http://spiskamarid.com/. Heintað 2015-06-26. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Heimasíða Spísikamarsins Archived 2014-11-17 at the Wayback Machine