Skála (bygd)
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Skáli (bygd))
|
||
| Postnummar | FO 480 | |
| Kommuna | Runavíkar kommuna | |
| Markatal | 40 | |
| Íbúgvar (2005) | 618 | |
Svanur er 5-mannafar hjá Skála Róðrarfelag
Skála er ein bygd á vestursíðuni á Skálafjørðinum í Eysturoy. Síðan 2004 er Skála partur av Runavíkar kommunu. Fólkatalið er í dag 618. Skála Skipasmiðja er størsta arbeiðsplássið á Skála. Her eru nógv skip í føroyska flotanum bygd. Harumframt verða nógvar umvælingar gjørdar á Skála Skipasmiðju, bæði føroysk og m.a. russisk skip verða umvæld á Skála. Á hvørjum ári er bygdastevna á Skála, har fótbóltur og kappróður eru ein týðandi partur av tiltøkunum. Um summarið vitja ferðafólk í bygdini. Eitt kampingpláss er við ítróttarhøllina á Skála og her hava, umframt einstaklingar, fleiri stórir kampingbólkar vitjað síðan plássið lat upp í 2004.
|
|
|
|---|---|
| Elduvík | Funningsfjørður | Funningur | Glyvrar | Lambareiði | Lambi | Oyndarfjørður | Rituvík | Runavík | Saltangará | Skálabotnur | Skáli | Skipanes | Søldarfjørður | Æðuvík |
