Sjógvhøna

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sjógvhøna


Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Rallidae
Slekt: Fulica
Slag: F. atra
Fulica atra

Sjógvhøna (frøðiheiti - Fulica atra) er dimmgrá á liti og nakað sum lomvigi til støddar. Nevið er hvítt og líkist nakað høsnanevi. Frá tí og niðan um eyguni liggur ein hvítur, berur og tjúkkur húðarlepi. Beinini eru grønlig; á táunum hevur hon stór bløð, so fólk sigur, hon er hálvur fitjufuglur. Og hon livir meir sum fitjufuglur enn sum klófuglur, heldur seg nógv á blotanum og dugir væl at svimja og kava. Reiðrið er stórt. Tað ger hon sær av steyri og sevstelkum, helst í vøtnum ella áum. Oftast stendur tað á botni, men stundum flýtur tað, og tá tjóðrar hon tað at áarbakkanum við longum stráum. Tað hendir seg, at hon ger tað uppi á turrum. Ungarnir, 6—12 í tali, svartir við reyðum høvdi, fara á vatnið, so skjótt teir eru útkomnir. Fyrsta veturin kennast teir frá hinum gomlu av tí, at teir eru hvítflekkutir í neðra.

Sjógvhønan eigur víða hvar í Evropa. Føðin er ymis, ormar, kúvingar og kræklingar, fiskur, fræ og ber, vatnvøkstir og bløðrutari. Í Føroyum eigur hon ikki; her sæst hon mest inni á víkum og vágum um heystið og fyrra partin á vetri. Stundum verður hon borin heim at ala; við góðari viðgerð verður hon skjótt spøk og fólkaalskin, men livir ikki, uttan hon fær ein hyl at svimja í. Í Íslandi, Noregi og Svøríki er hon nógv nørd í seinnu árunum, og hvør veit, um hon ikki eisini kemur at eiga í Føroyum.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið