Sjógrælingur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Sjógrælingur
Pectoral Sandpiper3.jpg
Støða
Status iucn3.1 LC.svg
Minst stúrin
Vísinda flokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Røð: Charadriiformes
Familja: Scolopacidae
Ætt: Calidris
Slag: C. melanotos

Sjógrælingur (frøðiheiti - Calidris melanotos) er nakað sum stari til støddar, kýpin á vøkstri og krikastuttur. Á vetri er hann dimmgráur um høvur og háls, á bakinum næstan svartur við smølum ljósum smástrikum, í neðra hvítur við dimmum blettum. Á sumri er hann brún- og svartflekkutur omaná. Vetur, vár og heyst heldur hann seg í stórum flokkum niðri í fjøruni. Á flóð situr hann oman fyri sjóvarmálan og hvílir seg; men tá ið nakað er fjarað, titar hann um niðri á hellunum at leita sær eftir æti í gjarinum og taranum og veður so langt, sum føturnir grynna. Men vátur vil hann ikki vera — runar upp móti búkinum, er hann knappur at lætta sær á flog. Málið er eitt mjúkt "tviit", men tað hoyrist ikki ofta. Sera spakur er hann; tá ið fólk nærkast, verður hann ofta sitandi, um aðrir fuglar, hann er saman við, flúgva burtur; ja, stundum fer hann ikki á flog, fyrr enn tú ert bara favn frá honum. Um halvarðsøku rýmir hann úr fjøruni. Summir fara niðan í fjøllini her í Føroyum at fáa sær ungar. Men har síggjast so fáir, at summir fara ivaleyst til onnur lond, Íslands ella Grønlands kanska.

Eggini eru oftast 4, hendir seg 3. Tey eru morgrá, ofta við grønligum dámi, og hava dimmar blettir, so tey eru ring at skilja frá eyri ella mosa. Spøk sum hon er, verður bøgan liggjandi á reiðrinum, til tú ert nær hjá. Men tá lemjir hon seg illa, baksar fram eftir jørðini, flagsandi við øðrum veinginum, meðan hin hongur, sum hann skuldi verið snaraður úr lið ella avstøktur; illa haltar hon, og ofta dettur hon á aðra liðina, so tú ivast ikki í, at hon er bæði veingjabrotin og beinbrotin. Rennur tú eftir henni, fært tú hana skjótt aftur; men í tí tú rættir hondina til at taka hana, ger hon, við sama neyðarsliga lagi, eitt kvikt rensl nakrar favnar fram; og so byrjar sami leikur av nýggjum, til hon heldur seg vera komna nóg langt. Tá flýgur hon í loft frísk og ferðug, so tú sært, at hon hevur bara viljað lokkað teg burtur frá reiðrinum. Dúnungin er dimmur við hvítum prikkum. Í hoyna koma teir aftur oman í fjøruna, og tá ið so eisini hinir koma norðan úr londunum, hava vit aftur teir stóru flokkarnar, sum eru so hugnaligir at síggja her allan veturin, líka fúsir og raskir í øllum kavarokinum.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]