Sigri Mitra Gaïni
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sigri Mitra Gaïni varð fødd 1975 í Oslo. Hon er dóttir Lív Joensen, systir Firouz Gaïni, abbadóttir Sigurð Joensen og Sigrið av Skarði og langabbadóttir Símun av Skarði, sum yrkti føroyska tjóðsangin Tú altfagra land mítt. Hon spældi ein av høvuðsleiklutunum í føroyska/danska filminum Bye Bye Bluebird hjá Katrini Ottarsdóttir. Sigri spældi leiklutin sum Barba. Filmurin bleiv vístur á fleiri filmsfestivalum uttanlands og vann eisini prísir. Sigri hevur givið fýra yrkingasøvn út, øll eru skrivaði á føroyskum. Í 2004 fekk hon Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.
Innihaldsyvirlit |
Listarligt virksemi [rætta]
Filmar [rætta]
- 1999 - Bye Bye Bluebird.
- 2002 - Polle Fiction.
Bøkur [rætta]
Heiðurslønir [rætta]
- 2004 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.