Sarita Hansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Sarita Kristina Hansen (fødd 1988[1] í Tórshavn, uppvaksin í Miðvági) er ein føroyskur rógvari, ið fleiri ferðir hevur vunnið heimsmeistaraheitið í inniróðri.

Bakgrund[rætta | rætta wikitekst]

Bæði foreldur hennara eru fyrrverandi rógvarar, tey eru Haldis og Jógvan Hans Hansen, pápin vann FM við Miðvingi stutt eftir, at Sarita var fødd. Hon fór at rógva sum 10 ára gomul og róði við í fyrstu kappingunum í barnaróðri í Føroyum.

Lívsleið innan rógving[rætta | rætta wikitekst]

Hon hevur róð føroyskan kappróður í fleiri ár og rør eisini inniróður. Hon hevur tvær ferðir vunnið enska meistaraheitið í inniróðri, English Indoor Rowing Championship, í 2015 við tíðini 7:28:1[2] og í 2016 við tíðini 7.29.5.[3] Í 2015 og 2016 luttók hon eisini á HM í inniróðri í Boston, har hon gjørdist nummar fýra.

Heimsmeistarakapping í inniróðri 2021[rætta | rætta wikitekst]

Í 2021 varð kappingin hildin umvegis internetið orsakað av koronafarsóttini.

  • Sarita vann gull í kappingini á 500 metra teininum millum kvinnur í aldursbólkinum 30 – 39 ár, lættvekt, við tíðini 1 minutt og 39 sekund.
  • Sarita vann gull í kappingini á 2000 metra teininum millum kvinnur í aldursbólkinum 30 – 39 ár, lættvekt, við tíðini 7 minuttir og 23,0 sekund.

Heimsmeistarakapping í inniróðri 2020[rætta | rætta wikitekst]

  • Sarita vann gull í kappingini á 2000 metra teininum millum kvinnur í aldursbólkinum 30 – 39 ár. Hon róði teir 2000 metrarnar uppá 7.26 minuttir og var á málinum meiri enn fimm sekund undan tí næstu. Harvið gjørdist hon heimsmeistari. [4][5] HM í inniróðri 2020 fór fram fríggjadagin 7. februar og leygardagin 8. februar 2020 í franska høvuðsstaðnum París.[6]

Heimsmeistarakapping í inniróðri 2019[rætta | rætta wikitekst]

  • Sarita gjørdist heimsmeistari í lættvektbólkinum, 27-35 ár, í inniróðri. Hon kom fyrst á mál í HM-finaluni við tíðini 07.29.00. HM í inniróðri 2019 fór fram í Kalifornia í USA.[7]

World Indoor Rowing Championships 2016[rætta | rætta wikitekst]

  • Nummar fýra hjá kvinnum í opna bólkinum, lættvekt, í 2000 metrum við tíðini 7:27.3.[8]

English Indoor Rowing Championship 2016[rætta | rætta wikitekst]

  • Gull í 2000 metrum, kvinnur lættvekt opin bólkur við tíðini 7.29.5
  • Gull í 500 metrum, kvinnur lættvekt opin bólkur við tíðini 1.41.5

World Indoor Rowing Championships 2015[rætta | rætta wikitekst]

  • Nummar fýra hjá kvinnum í opna bólkinum, lættvekt, í 2000 metrum við tíðini 7:26.0[9]

English Indoor Rowing Championship 2015[rætta | rætta wikitekst]

  • Gull í 2000 metrum, kvinnur lættvekt opin bólkur við tíðini 7:28.1
  • Gull í 500 metrum, kvinnur lættvekt opin bólkur við tíðini 01:42.3

World Indoor Rowing Championships 2012[rætta | rætta wikitekst]

Nr. 20 í 2000 metrum, kvinnur lættvekt opin bólkur við tíðini 07:32.6[10]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]