René Descartes

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
René Descartes

René Descartes ella (latínskt) Cartesius (føddur 31. mars 1596 í La Haye (núv. Descartes), deyður 11. februar 1650 í Stokkhólmi) var franskur heimspekingur og støddfrøðingur, sum grundlegði analýtisku geometriina, sum er støðið undir teirri k-skipan, sum vit nýta í dag. Ein kendur setningur hjá honum er: Cogito, ergo sum (Principia Philosophiae, fyrsti partur, 7. táttur), sum merkir ”Eg hugsi, tí eri eg til.
Hann nýtti tað, hann nevndi ”metodiska ivan”, sum merkir, at hann ivaðist í øllum – sjálvt tí, sum øll tóku fyri givið, t.d. um nakað var til uttan fyri egoið (egið). Hesin framferðarháttur nevnist víðgongd skeptisisma. Hareftir kann prógvast a priori, t.v.s. við støði í skilinum, um Gud er til. Descartes var tískil rationalistur
Støddfrøðis- og heimspekishugtøkini ”kartesiskt” og ”kartesianskt” koma av, at Descartes eitur Cartesius á latíni.


Keldur[rætta | rætta wikitekst]