Rannvá Holm Mortensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Rannvá Holm Mortensen (fødd 1950), uppvaksin á Tvøroyri, er føroysk myndlistakvinna og yrkjari. Hon hevur verið virkin innan føroyska málningalist og grafikk tey seinastu 20 árini og hevur sýnt fram ymsa staðni í Føroyum, í Danmark, Íslandi, Onglandi, Fraklandi, Spania og Bulgaria.[1]

Í 2018 gav hon yrkingasavnið Sólsmakkur út, sum er hennara fyrsta bókaútgáva.[2] [3]

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Í 2018 fekk hon Mentanarvirðislønina M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri langyrkingabókina ’Sólsmakkur’, sum er ein long yrking.[4]

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]