Rúni Seloy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Rúni Seloy
Gullheiðursmerki, Rúni vann í 2008
Føddur 6. februar 1994
Hvidovre Hospital, Keypmannahavn.

Rúni Seloy (f. 6. februar[1], 1994 í Keypmannahavn) er føroyskur rennari. Hann hevur m.a. vunnið 4 danmarkmeistaraheiti og føroyameistaraheiti uml. 15 ferðir. Rúni rennur í felagnum, "Bragdið".

Lívsleið innan renning[rætta | rætta wikitekst]

2008[rætta | rætta wikitekst]

Í august, 2008, gjørdist Rúni Seloy tvífaldur danmarksmeistari fyri dreingir 15 ár. Hann vann 800 meturin við tíðini 2.04,93 og 1500 metrar við tíðini 4.20,49 min.[2]

2009[rætta | rætta wikitekst]

Í februar 2009 gjørdist Rúni Seloy danmarkmeistari hjá dreingjum 14-15 ár, tá hann vann 800 metra teinin við tíðini 2.06,68 minuttir. Talan var um DM kapping í frælsum ítrótti fyri ung í Skive.[3]

2010[rætta | rætta wikitekst]

Rúni Seloy

DM 2010[rætta | rætta wikitekst]

Rúni Seloy vann gull í 800 metra teininum í innandura Danmarksmeistara kappingini 6. mars 2010 fyri ung. Samstundis setti Rúni nýtt føroyskt met við tíðini 1.59,62 min. Rúni luttók í bólkinum, dreingir 16-17 ár.[1], [4]

FM 2010[rætta | rætta wikitekst]

Rúni Seloy hevur fleiri ferðir vunnið føroyameistaraheitið í renning á ymsum teinum. Í august 2010 gjørdist hann føroyameistari í 800 metrum við tíðini 2.16,15 og í 400 metrum við tíðini 54,31.[5]

European Youth Olympic Trials 2010[rætta | rætta wikitekst]

Rúni Seloy er einasti rennarin í danska kongaríkinum, sum varð úttikin til at luttaka á European Youth Olympic Trials, sum Evropeiska Sambandið fyri Frælsan Ítrótt, EAA, skipaði fyri í Luzhniki Sport City í Moskva 21. – 23. mai 2010, har allir teir bestu, ungu atletarnir (16-17 ár) úr Europa dystaðust um at sleppa við til Youth Olympic Games, sum verður í Singapore í august 2010. Rúni rann 1000 metrar við tíðini 2.32,86. Rúni gjørdist nummar 20 av 36, bert 3 sekund frá einum finaluplássi.[6] Rúni Seloy er fyrsti føroyingurin, sum hevur roynt seg í slíkari kapping.[7]

2011[rætta | rætta wikitekst]

Oyggjaleikir 2011[rætta | rætta wikitekst]

Rúni luttók á Oyggjaleikunum á Isle of Wight í juli 2011. Hann gjørdist nummar fimm í semifinaluni í 800 m fyri menn við tíðini 1:58,70, tað rakk ikki til finalupláss.[8] Hann rann eisini 400 metrar, men har eydnaðist tað honum ikki at renna seg í finaluna.

DM 2011[rætta | rætta wikitekst]

Rúni luttók á DM fyri vaksnar menn í juni 2011, hann rann fyri Hvidovre AM og gjørdist nummar fimm við tíðini 1.57.65.[9]

2012[rætta | rætta wikitekst]

Rúni luttók á DMU (Danmarksmeistarakapping fyri ung) í innandura renning í mars 2012 í Danmark. Hann vann silvur í 800 metrum við tíðini 1:58.58, sum var nýtt føroyskt met.[10] Hann luttók eisini á 400 metra teininum, har gjørdist hann nummar 7 við tíðini 54,97.[11] Hann luttók í bólkinum Dreingir 18-19 ár.

2013[rætta | rætta wikitekst]

Rúni luttók á Oyggjaleikunum á Bermuda í juli 2013. Hann gjørdist nummar tvey í semifinaluni í 400 m fyri menn við tíðini 51,29 sek tað rakk til finalupláss, 1,01 sek frá føroyska metinum.[12]

2015[rætta | rætta wikitekst]

Rúni luttók í kappingini Stórmót í Reykjavík saman við fleiri øðrum føroyingum, ið íðka frælsan ítrótt.

  • Gull í 800 metrum innandura renning við tíðini 1:56.51, ið var nýtt føroyskt met.[13]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Athletics.fo - European Youth Olympic Trials, Results - 1000 m Heats Boys, 21 May 2010[deyð leinkja]
  2. Knassi.net[deyð leinkja]
  3. Sportal.fo
  4. "Skiveam-sam.dk". http://www.skiveam-sam.dk/sitecore/content/Klubber/SkiveAM/SkiveAtletik/Forside/Arrangementer/~/media/004CE9CAF52C4BC093E2EB685F97226A.ashx. Heintað 2010-03-07. 
  5. Athletics.fo[deyð leinkja]
  6. Sportal.fo
  7. Sportal.fo
  8. NatWestiowResults2011
  9. "Statletik.dk". http://statletik.dk/event.php?id=1613. Heintað 2012-03-07. 
  10. "Sportal.fo, Rúni Seloy nýtt føroyskt met". http://sportal.fo/grein/runi_seloy_nytt_foroyskt_met. Heintað 2012-03-07. 
  11. "Athletics.fo". http://www.athletics.fo/?p=5483. Heintað 2012-03-07. 
  12. http://www.athletics.fo/?p=7265[deyð leinkja]
  13. "in.fo". http://www.in.fo/news-detail/news/gull-gull-silvur-og-bronsu/. Heintað 2015-02-02. 

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]