Rúni Seloy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Rúni Seloy
Rúni Seloy nr. 1.jpg
Gullheiðursmerki, Rúni vann í 2008
Føddur 6. februar 1994

Rúni Seloy (f. 6. februar[1], 1994 í Keypmannahavn) er føroyskur rennari. Hann hevur m.a. vunnið 4 danmarkmeistaraheiti og føroyameistaraheiti uml. 15 ferðir. Rúni rennur í felagnum, "Bragdinum".

Innihaldsyvirlit

Lívsleið innan renning [rætta]

2012 [rætta]

Rúni luttók á DMU (Danmarksmeistarakapping fyri ung) í innandura renning í mars 2012 í Danmark. Hann vann silvur í 800 metrum við tíðini 1:58.58, sum var nýtt føroyskt met.[2] Hann luttók eisini á 400 metra teininum, har gjørdist hann nummar 7 við tíðini 54,97.[3] Hann luttók í bólkinum Dreingir 18-19 ár.

2011 [rætta]

Oyggjaleikir 2011 [rætta]

Rúni luttók á Oyggjaleikunum á Isle of Wight í juli 2011. Hann gjørdist nummar fimm í semifinaluni í 800 m fyri menn við tíðini 1:58,70, tað rakk ikki til finalupláss.[4] Hann rann eisini 400 metrar, men har eydnaðist tað honum ikki at renna seg í finaluna.

DM 2011 [rætta]

Rúni luttók á DM fyri vaksnar menn í juni 2011, hann rann fyri Hvidovre AM og gjørdist nummar fimm við tíðini 1.57.65.[5]

2010 [rætta]

Rúni Seloy

DM 2010 [rætta]

Rúni Seloy vann gull í 800 metra teininum í innandura Danmarksmeistara kappingini 6. mars 2010 fyri ung. Samstundis setti Rúni nýtt føroyskt met við tíðini 1.59,62 min. Rúni luttók í bólkinum, dreingir 16-17 ár.[1], [6]

FM 2010 [rætta]

Rúni Seloy hevur fleiri ferðir vunnið føroyameistaraheitið í renning á ymsum teinum. Í august 2010 gjørdist hann føroyameistari í 800 metrum við tíðini 2.16,15 og í 400 metrum við tíðini 54,31.[7]

European Youth Olympic Trials 2010 [rætta]

Rúni Seloy er einasti rennarin í danska kongaríkinum, sum varð úttikin til at luttaka á European Youth Olympic Trials, sum Evropeiska Sambandið fyri Frælsan Ítrótt, EAA, skipaði fyri í Luzhniki Sport City í Moskva 21. – 23. mai 2010, har allir teir bestu, ungu atletarnir (16-17 ár) úr Europa dystaðust um at sleppa við til Youth Olympic Games, sum verður í Singapore í august 2010. Rúni rann 1000 metrar við tíðini 2.32,86. Rúni gjørdist nummar 20 av 36, bert 3 sekund frá einum finaluplássi.[8] Rúni Seloy er fyrsti føroyingurin, sum hevur roynt seg í slíkari kapping.[9]

2009 [rætta]

Í februar 2009 gjørdist Rúni Seloy danmarkmeistari hjá dreingjum 14-15 ár, tá hann vann 800 metra teinin við tíðini 2.06,68 minuttir. Talan var um DM kapping í frælsum ítrótti fyri ung í Skive.[10]

2008 [rætta]

Í august, 2008, gjørdist Rúni Seloy tvífaldur danmarksmeistari fyri dreingir 15 ár. Hann vann 800 meturin við tíðini 2.04,93 og 1500 metrar við tíðini 4.20,49 min.[11]

Keldur [rætta]

  1. Athletics.fo - European Youth Olympic Trials, Results - 1000 m Heats Boys, 21 May 2010
  2. Sportal.fo, Rúni Seloy nýtt føroyskt met
  3. Athletics.fo
  4. NatWestiowResults2011
  5. Statletik.dk
  6. Skiveam-sam.dk
  7. Athletics.fo
  8. Sportal.fo
  9. Sportal.fo
  10. Sportal.fo
  11. Knassi.net
  • Sportal.fo, Gull til Bjørk og Rúna.
  • Sportal.fo, Rúni Seloy tvífaldur danmarksmeitari.
  • Sportal.fo, Rúni Seloy vann DM-gull í renning.
  • Knassi.fo, Rúni Seloy danskur meistari í 1500 metra kapprenning.
  • Kringvarp.fo, Rúni Seloy vann 800 metrar í DM
  • skiveam-sam.dk, síða 13 "Drenge 16-17 år - 800 meter". "Resultater DMU inde 2010".
  • Sportal.fo, Rúni Seloy til European Youth Olympic Trials.
  • Athletics.fo, European Youth Olympic Trials, Results 1000 M Heats Boys, 21 May 2010, 17:30.
  • Athletics.fo, Úrslit FM Vaksin á Tórsbreyt 7. august 2010 kl. 14.00-16.00.

Útvortis ávísingar [rætta]