Pálmapílur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Leyv og kallrekil av pálmapíli.

Pálmapílur (Salix phylicifolia) er ein runnur av pílafamiljuni ið kann blíva uml. 4 - 5 metrar høgur. Greinarnar eru reydligar og uppbendar. Bløðini eru blonk og myrkagrøn á ovara borði, loðin og grágrøn í niðara borði. Pálmapílur er einkyndur, hann- og honplantur hvør sær, og eru bæði kall- og kvennreklar gráligir á liti. Pálmapílur blómar í mai ella juni, treytað av vakstrarstaði.

Útbreiðsla: Pálmapílur veksur í vátlendi í Norður-Europa til Vestur-Siberia og í Norður-Amerika. Í Føroyum, Skotlandi og Írlandi er hann sjáldsamur nú, orsakað av seyðabiti.

Pálmapílur í Føroyum: Pálmapílur er størsti pílur ið veksur í Føroyum og kann hann gerast okkurt um 2 metur høgur her. Á mongum upprunaligum vakstrarplássum er hann horvin, bara í Hvalvík veksur hann í stórum tali. Í katólskari tíð brúktu føroyingar greinar av hesum píli til Páskagudstænastur, til minnis um pálmagreinarnar ið lagdar vóru á vegin tá ið Jesus reið inn í Jerúsalem, harav navnið 'Pálmapílur'.

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál