Ossetiskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Ossetisk
Ирон æвзаг Iron avžag
Tosa í: Russland, Georgia, Turkaland.
Tosandi íalt: uml. 500.000
Mál ætt: Indo-evropeiskt

 Iranskt
  Landnyrðingsiranskt
   Ossetiskt.

Mál kotur
ISO 639-1: OS
ISO 639-2: OSS
ISO 639-3:

.

Ossetiskt, á ossetiskum: Ирон æвзаг - Iron avžag, hoyrir til iransku greinina av indoevropeisku málunum og verður tosað í russisku (Norðurossetia, høvuðsstaður: Vladikavaz) og georgisku (Suðurossetia, høvuðsstaður Tskhinvali) pørtunum av Ossetia í Kavkasus. Umleið ein hálv millión fólk tosa ossetiskt, harav eru 60% í Norðurossetiu og 15% í Suðurossetiu.

Ossetiskt kann førast aftur til málið hjá alanunum, ein fólkabólkur av sarmatum. Í dag eru ossetisk og jagnobi hini einastu landnyrðingsiransku málini, ið enn eru til. Harafturat eru tey, saman við Tatipersiskum og Talyshi, hini einastu iransku málini, ið hava stóra útbreiðslu í Kavkasus.

Eyðkenni[rætta | rætta wikitekst]

Til eru tvær dialektir: hin vanligara Iron í eystri og Digoron í vestri, har Iron er hin vanligara. Ein triðja dialekt, Jassiskt, varð fyrr tosað í Ungarn.

Lætt er at kenna ossetiskt, tí ossetiskt er einasta málið við kyrillisku skriftini, ið nýtir stavin ӕ.

Við síni heldur fløktu mállæru hevur ossetiskt varðveitt nógv oldiransk eyðkenni. Fallskipanin hevur so statt enn átta føll. Ljóðskipanin er nógv ávirkað av kavkasisku málunum, ið verða tosað har um leiðir. Orðatilfeingið hevur fleiri tøkuorð úr russiskum.

Stavsetan[rætta | rætta wikitekst]

Í skriftmálinum verða 35 fonem nýtt: 26 hjáljóð, sjey sjálvljóð og tvey tvíljóð. Í 19. øld varð eitt kyrilliskt stavrað gjørt til málið.

А/а, Ӕ/ӕ, Б/б, В/в, Г/г, Гъ/гъ, Д/д, Дж/дж, Дз/дз, Е/е, Ё/ё, Ж/ж, З/з, И/и, Й/й, К/к, Къ/къ, Л/л, М/м, Н/н, О/о, П/п, Пъ/пъ, Р/р, С/с, Т/т, Тъ/тъ, У/у, Ф/ф, Х/х, Хъ/хъ, Ц/ц, Цъ/цъ, Ч/ч, Чъ/чъ, Ш/ш, Щ/щ, Ъ/ъ, Ы/ы, Ь/ь, Э/э, Ю/ю, Я/я.

Harafturat var í árunum 1923-37 eitt latínskt stavrað nýtt: A/a, Æ/æ, B/b, C/c, Č/č, D/d, E/e, F/f, G/g, H/h, I/i, J/j, K/k, L/l, M/m, N/n, O/o, P/p, Q/q, R/r, S/s, Š/š, T/t, U/u, V/v, X/x, Y/y, Z/z, Ž/ž

Eina tíðina var georgiska skriftin nýtt í Suðurossetiu.