Norðoyatunnilin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Norðoyatunnilin Leirvík - Klaksvík
Frímerki frá 12. juni 2006.

Norðoyatunnilin er annar undirsjóvartunnil og er longsti tunnil í Føroyum. Hann gongur undir Leirvíksfjørð og bindur saman Eysturoy og Borðoy. Hann læt alment upp 29. apríl 2006.

[rætta] Um tunnilin

Ítøkiligu ætlanirnar at gera fast samband millum Borðoy og Eysturoy við tunli undir Leirvíksfirði eru rættiliga gamlar. Longu í 1988 gjørdi Landsverkfrøðingurin seismiskar kanningar í Leirvíksfirði í sambandi við hesa farleið. Árið fyri hevði verkfrøðingurin á Landverkfrøðinginum, Heini Olsen, gjørt eina leystliga heildarætlan um, hvar undirsjóvartunlar kundu vera gjørdir.

At royndir vórðu tiknar í Leirvíksfirði longu í 1988 staðfestir, at hildið hevur verið, at tað mundi fara at loysa seg at fremja júst hesa ætlanina. Fimtan ár eftir fyrstu ítøkiligu kanningarnar er farið undir at gera nýggju farleiðini, ið knýtir saman Norðuroyggjar og Eysturoy.

Í septembur í 2003 fór NCC undir at gera atkomuvegin eysturoyarmegin. Í Leirvík verður borurin settur í í desembur 2003. Borðoyarmegin verður farið undir vegagerð eftir árslok í ár. Tíðarætlanin sigur, at sett verður á at bora tímegin í mars 2004.

Tilsamans fer tunnilsarbeiðið at kosta 355 milliónir krónur. Kostnaðurin verður endurskoðaður, tá ið øll tilboð eru komin. Landið rindar 235 milliónir við partapeningi, ið verður goldin fram til 2005. Tað, ið eftir er, verður fíggjað við nýtslugjaldi. Pf. Norðyatunnilin eigur og rekur tunnilin, til hann er goldin. Tá fellur hann til landið.

Tunnilin er 6,3 kilometrar til longdar. Djúpasta punktið er 150 metrar undir havyvirflatanum. Mesta hall er umleið 6%.

[rætta] Sí eisini

[rætta] Keldur

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál