Niels Ryberg Finsen
Niels Ryberg Finsen | |
---|---|
Føddur | 15. desember 1860 Tórshavn, Føroyar |
Doyði | 24. september 1904 Keypmannahavn, Danmark |
Útbúgving | Lækni |
Niels Ryberg Finsen (føddur 15. desember 1860 í Tórshavn, deyður 24. september 1904 í Keypmannahavn) var føroysk-danskur lækni. Finsen er einasti føroyingur, ið hevur fingið Nobelvirðislønina (læknafrøði, 1903). Læknaprógv frá 1890.
Hann var sonur Hannes Finsen, sum var amtmaður í Føroyum 1871–1884. Hannes var av íslendskari ætt, við røtum í íslandi heilt aftur til 10.øld. Móður Niels Finsen, Johanne Fröman var eisini frá Íslandi. Niels Finnsen gekk tann fyrsta partin av síni skúlagongd í Føroyum, t.e fólkaskúlan. Hareftir fór hann til Herlufsholm í Danmark, at ganga í skúla. Eftir eitt stutt tíðarskeið í Danmark flutti hann til Reykjavík, Ísland í 1876, her kláraði hann seg væl, sjálvt um hann ikki hevði málsligan førleika, at tosa íslendskt.
Í 1882 fór Niels Finsen til Keypmannahavnar at lesa læknafrøði, og tók sína endaligu próvtøku í 1890. Sama árið bleiv hann professari í kropsbygnaðarfrøði á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn, hetta var ein sessur, sum hann segði frá sær í 1893, fyri at leggja meiri orku í sítt vísindaliga arbeiði.
Bókmentir
[rætta | rætta wikitekst]- Aggebo, Anker: Niels Finsen : 15. December 1860–24. September 1904 : en Saga om Daad. Nyt Nordisk Forlag, 1960.
- Lyngbye, Jørgen: Lyssagen : Niels Finsen og hans team på Finseninstituttet. Gyldendal, 2003. ISBN 87-00-30974-5.
- «Niels Ryberg Finsen». Í: Nobel Lectures : Physiology or Medicine 1901–1921. Elsevier Publishing Company, 1967.
Útvortis ávísing
[rætta | rætta wikitekst]Commons: Niels Ryberg Finsen – bilder, video eller lyd |