Niagarafossur
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Niagarafossur (á enskum Niagara Falls) vatnmesti fossur í USA. Í Niagaraá, sum rennur úr Erievatni í Ontariovatn, eru hinir viðgitnu Niagarafossar.
Nógv ferðafólk koma at hyggja at stórbæra fossinum. Niagarafossur er veldigur fossur, sum máar 1 m. av klettinum um árið. Niðari kletturin er bleytur, og vatnið máar hann burtur. At enda brotnar kletturin í erva, tá ið støðið er máað undan honum.