Ný Guinea

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kort.

Ný Guinea er næststørsta oyggj í heiminum, hon hevur tropiskt veðurlag og er mest sum øll avvaksin við tjúkkum tropiskum regnskógi. Vestari parturin av Ný Guineu - Vestur Irian - var áður hollendskt hjáland, men hoyrir nú til Indonesiu, meðan eystari parturin er Papua Ný Guinea.

Ný Guinea er tógvin at koma ígjøgnum hjá ókunnumonnum, tí regnskógurin er tjúkkur og villingarsamur, og fólkið óvinaliga sinnað móti fremmandum. Mangir vóru teir, sum hættaðu sær inn í landið, ið ongantíð komu út aftur haðandi. Har er tí mangt, sum eingin veit um. Tað er ikki longur síðani enn í 1953, at ein avstralskur flúgvari kom fram á eina áður ókenda bygd, sum var niðri í einum djúpum dali, umgyrdum av høgum fjøllum.

Fólkið í Ný Guineu er sprottið úr Afriku og blámannaætt, og væl bregður afturí, hóast tað hesi seinastu túsund árini er runnið saman við mangar aðrar tjóðflokkar. Tað búgva slakar 7,5 milliónir av fólki á oynni. Fólkið kallast papuar. Tað ráliga og heita veðurlagið ger, at bert fáir hvítir menn búgva á oynni. Men teir, sum búgva har, eru annaðhvørt embætismenn ella garðeigarar. Garðarnir eru stórir og fullir av kokuspálmum, gummitrøum og grønmeti. Teir hava stór gullnám í fjøllunum. Men ikki er komandi til teirra uttan í flúgvara. Alt, sum verður nýtt í náminum, gravkýr, maskinur, matur og onnur útgerð, verður flutt í fjøllini við flúgvara.