Mike Huckabee
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Michael Dale "Mike" Huckabee (f. 1955) er fyrrverandi guvernørur í Arkansas. Huckabee er føddur 24. august 1955 í Hope í Suðurarkansas. Hann er limur í Republikanska flokkinum. Hann er eisini baptistprestur og sjónvarpsvertur. Huckabee tók bachelorútbúgving á Ouachita Baptist University. Í 1974 giftist hann við Janet Huckabee.
Huckabee er eisini rithøvundur og hevur skrivað sjey bøkur. Fyrsta bókin Character is the Issue: How People With Integrity Can Revolutionize America kom út í 1997. Hann býr nú í Little Rock í Arkansas.
[rætta] Bøkur
- Character is the Issue: How People With Integrity Can Revolutionize America (1997)
- Kids Who Kill (1998)
- Living Beyond Your Lifetime (2000)
- Quit Digging Your Grave with a Knife and Fork (2005)
- From Hope to Higher Ground: 12 Stops to Restoring America's Greatness (2007)
- Character Makes a Difference: Where I'm From, Where I've Been, and What I Believe (2007)
- Do the Right Thing: Inside the Movement That's Bringing Common Sense Back to America (2008)