Messianskir jødar
Messianskir jødar eru jødar ið trúgva at Jesus er tann lovaði og upprisni Messias, og nógvir teirra trúgva eisini á Jesusar guddómligu náttúru ið kristindómurin lærir. Jesus verður oftast kallaður við hansara aramaiska navni Yeshua. Summir Messianskir jødar halda Móselóg og praktisera umskering, halda sabbat ístaðin fyri sunnudag, og eta ikki svínakjøt, skeljadjór, og annan mat ið er forboðin; aðrir gera tað ikki. Teir hava nøkur ting felags við kristindóm ein vegin, og við jødadóm hinvegin; t.d. halda teir nakrar jødiskar halgidagar ið kristin ikki halda.
Aðrir jødar og flestu kristnu rokna messianskar jødar at vera kristnar heldur enn jødar. Nútíðar messiansk-jødiska rørslan bleiv til í USA í 1960'unum, haðani hon breiddi seg til Ísraels. Roknað verður við at tað eru millum 6.000 og 15.000 messianskir jødar í Ísrael og uml. 250.000 í USA.