Marjun Syderbø Kjelnæs

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Marjun Syderbø Kjelnæs (fødd 1974) uppvaksin í Havn er føroyskur rithøvundur. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur m.a. vunnið stuttsøgukapping í Dimmalætting, fekk aðru virðisløn í stuttsøgukapping á Listastevnu Føroya í 2001 og fyrstu virðisløn fyri útvarpsleik á Listastevnu Føroya í 2002. Hon hevur eisini skrivað stuttsøgur í Birting og Atlantic Review. Í 2008 fekk hon Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs. Í 2009 fekk hon 3-ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins. Árið eftir, í 2010, útgav hon ungdómsskaldsøguna Skriva í sandin, sum vann norðurlendsku barnabókavirðislønina hjá skúlabókavørðum í 2011, í 2012 varð tilnevnd Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins og í 2013 varð tilnevnd Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Í 2011 fekk bók hennara pláss í White Raven Deutsche Jugendbbibliothek, har bara tær bestu barnabøkurnar koma.

Í 2014 útgav Marjun sín fyrst sjónleik, hann kom út sum e-bók hjá Sprotanum, og í februar varð hann frumframførdur á Tjóðpalli Føroya hin 15. februar 2014. Leikurin er eitt eksistensielt drama um lívið og kærleikan, vónloysið og vónina. Eyðun Johannessen leikstjórnaði, gjørt pallmynd og búnar hevur eysturríkarin Manfred Blaimauer. Tróndur Bogason hevur skrivað nýggjan sermerktan tónleik til leikin, Árni Baldvinsson er ljósdesignari og Jón McBirnie hevur gjørt ljóðmyndina, meðan Vígdis Hentze Olsen er komin til Føroyar at koreografera. Tey leikandi eru: Annika Johannessen, Annika Hoydal, Annfinnur Heinesen, Hjálmar Dam og Nicolaj Falck. Sangin hava Eivør Pálsdóttir og Ólavur Jákupsson lagt rødd til. Tróndur Bogason, Jóhannes Andreasen, Ólavur Olsen, Angelika Nielsen, Andrias Restorff og Jón McBirnie hava spælt tónleikin inn.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2001 Kópakona í Mjørki í heilum
  • 2004 Ein farri av kolvetni
  • 2006 Tað svarta portrið í Míni jólabók
  • 2007 Og tú fert rennandi í Vencili 2
  • 2007 Hvør fjalir seg í postkassanum?
  • 2008 Hvør fjalir seg í ferðataskuni?
  • 2009 Hvør fjalir seg í smúkkuskríninum?
  • 2010 Skriva í sandin - ungdómsskaldsøga
    • 2010 Skriva í sandin í Elskar - elskar ikki (Norðurlendskt stuttsøgusavn)
    • 2012 Écrire dans le sable (Skriva í sandin), Jean Renaud umsetti til franskt í franska stuttsøgusavninum Nouvelles des pays nordiques sum merkir "Stuttsøgur úr Norðurlondum", éditions Reflets d’ailleurs, Clermont-Ferrand, 2011.[1]
    • 2012 Skriv i sandet, Hugin Eide umsetti til danskt, Torgard[2]
  • 2012 Eg undrist, At týða týdningin, Allar línur spennast, Vit hava hits áður. Hesar stuttsøgurnar vóru útgivnar í Vencili 11.
  • 2012 Rót Trip - yrkingasavn, Sprotin.[3]
  • 2014 Tóm rúm, sjónleikur, Sprotin, 978-99972-1-041-8[4][5] Leikurin varð framførdur í februar 2014 á Tjóðpalli Føroya í Havn.[6]

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Bfl.fo, Marjun á fronskum
  2. Forlagettorgard)
  3. Listinblog.blogspot.dk Tíðindaskriv: Marjun Syderbø Kjelnæs – nýtt, flott avrik
  4. Sprotin.fo
  5. Snar.fo
  6. Tjodpallur.fo, Tóm rúm
  7. EMU.dk Nordisk Skolebibliotekarforening, Nordisk Børnebogspris 2011, Marjun Syderbø Kjelnæs Færøerne
  8. norden.org

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]