Lise Nørgaard

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Lise Nørgaard í 2010.

Lise Nørgaard (fødd sum Elise Jensen 14. juni 1917 í Roskilde, deyð 1. januar 2023 í Humlebæk) var danskur journalistur og rithøvundur.

Hon hevur skrivað skaldsøgur og stuttsøgur, men er serliga kend fyri at hava skrivað filmshandritið til kendu donsku sjónvarpsrøðina "Matador".[1]

Endurminningar hennara, "Kun en pige" frá 1992 og "De sendte en dame" frá 1993, vóru grundarlagið til filmin "Kun en pige" frá 1995.

Lise Nørgaard hevur gjøgnum árini fingið fleiri heiðurslønir, eitt nú fekk hon De Gyldne Laurbær í 1993 og Danske Dramatikeres Hæderspris í 2017. Hon gjørdist riddari av Dannebrog í 1994.[1][2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. 1.0 1.1 Lise Nørgaard er deyð, kvf.fo, 2.01.2023
  2. Lise Nørgaard er deyð 105 ára gomul, in.fo, 2.01.2023