Matador (sjónvarpsrøð)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Matador er ein donsk sjónvarpsrøð í 24 pørtum, framleidd 1978-1981. Røðin er instruerað av Erik Balling eftir hugskotið hjá Lise Nørgaard, sum saman við Paul Hammerich, Karen Smith og Jens Louis Petersen skrivaði handritið, meðan teknarin Arne Ungermann stóð fyri teimum løttu vignettirnar, sum innleiða og enda hvønn av teimum 24 pørtunum. Tónleikatemaðið í sjónvarpsrøðini er komponerað av Bent Fabricius-Bjerre.

Røðin fylgir lívinum í einum donskum landsbýi í tíðarskeiðnum 1929-1947. Høvðusperónurin Mads Andersen-Skjern kemur í 1929 sum handilsreisandi til tann statiónsbýin Korsbæk. Hann leggur skjótt til merkis, at vinnulívið í býnum er støðgað upp, so hann fer í holt við at lata upp ein klædnahandil, sum vinnur kappingina við hin higartil einasta handilin av hasum slagnum í býnum, Damernes Magasin.

Sjónvarpsrøði teknar eina fína mynd av tíðini undir kreppuni í 1930-árunum og av Danmark undir týsku hersetingini. Síggjarin fylgir lívinum hjá famijunum og røðin gevur samstundis eina vælrakta tíðarmynd. Íblásturin frá eitt nú tí ensku sjónvarpsrøðini Upstairs, downstairs (danska heitið var: Herskab og tjenestefolk) er týðulugur, men Matador sjónvarpsrøðin er álíkavæl sera donsk í sínum úttrykki og gjørdist serliga væleydnað orsakað av frálíkum framførslum av fleiri av bestu sjónleikarunum í Danmark. Fleiri av teimum leikandi mugu í dag, fleiri ár seinni, enn finna seg í at verða sett í samband við tann leiklut, ið tey spældu í Matador.

Røðin er blivin ein danskur klassikari og ein av bestu eydnaðu sjónvarpsrøðunum hjá Danmarks Radio nakrantíð. Sjónvarpsrøðin var frumsýnd í Danmark hin 11. november 1978, og tann seinasti parturin var vístur í 1981, men síðan tað seinastu sýningina, so hevur røðin verið at sæð hesi árini (1. partur er byrjaður hesi árini): í 1984, 1989, 1997, 1998, 2006 og 2012. Tá røðin varð endursend í 1986 varð ein einkultur partur sæddur af 3,6 milliónum síggjarum, sum tá var tað hægsta síggjaratal sum nakrantíð er mált í Danmark. Sjálvt tá tann sætta endursendingin var víst í 2006/2007, tá DR ikki longur var tann einasta danska sjónvarpskanalin, var tað álíkavæl yvir ein millión ið hugdi eftir hvørjum parti. Røðin er seld til fleiri onnur lond, og harumframt kom øll røðin út á 12 DVD filmar í2001, og í byrjanini av 2011 vóru yvir 3 milliónir eintøk seld, og tað ger Matador til mest selda DVD í Danmark nakrantíð.

Eisini í Føroyum hevur Matador verið víst fleiri ferðir, og eisini her hevur sjóvarpsrøðin verið vælumtókt.

Tey leikandi[rætta | rætta wikitekst]


Yvirlit yvir teir einstaku partarnar í Matador[rætta | rætta wikitekst]

Tíðarskeið 1 Heitið á partinum Tíðarskeiði har parturin fer fram Handrit Upprunaliga sent í Danmark ár
1. Den rejsende 1929 Lise Nørgaard 1978
2. Genboen 1929 Jens Louis Petersen 1978
3. Skiftedag 1930 Karen Smith 1978
4. Skyggetanten 1931 Lise Nørgaard 1978
5. Den enes død 1932 Paul Hammerich 1978
6. Opmarch 1932 Lise Nørgaard 1978
Tíðarskeið 2 Heitið á partinum Tíðarskeiði har parturin fer fram Handrit Upprunaliga sent í Danmark ár
7. Fødselsdagen 1933 Lise Nørgaard 1979
8. Komme fremmede 1934 Karen Smith og Lise Nørgaard 1979
9. Hen til kommoden 1935 Paul Hammerich 1979
10. I disse tider 1935 Lise Nørgaard 1979
11. I klemme 1936 Jens Louis Petersen 1979
12. I lyst og nød 1936-1937 Lise Nørgaard 1979
Tíðarskeið 3 Heitið á partinum Tíðarskeiði har parturin fer fram Manuskript Upprunaliga sent í Danmark ár
13. Et nyt liv 1937-1938 Lise Nørgaard 1980
14. Brikkerne 1938-1939 Lise Nørgaard 1980
15. At tænke og tro 1939 Karen Smith 1980
16. Lauras store dag 1940 Lise Nørgaard 1980
17. De voksnes rækker 1941-1942 Paul Hammerich 1980
18. Hr. Stein 1943 Lise Nørgaard 1980
Tíðarskeið 4 Heitið á partinum Tíðarskeiði har parturin fer fram Handrit Upprunaliga sent í Danmark ár
19. Handel og vandel 1944 Lise Nørgaard 1981
20. Den 11. time 1945 Lise Nørgaard 1981
21. Vi vil fred her til lands 1945 Lise Nørgaard 1981
22. Det går jo godt 1945-1946 Lise Nørgaard 1981
23. Mellem brødre 1946 Lise Nørgaard 1981
24. New Look 1947 Lise Nørgaard 1981

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • Per Kuskner, Matador - mennesker, myter og minder, People's Press, 2011. ISBN 978-87-7108-450-4.
  • Søren Pind. Lise Nørgaard. Et portræt. 2005.
  • Lise Nørgaard, Et liv med Matador, DR, 2003 (2. udgave 2007). ISBN 978-87-7680-308-7.