Leyva
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|
||||||||||
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| Frøðilig flokking | ||||||||||
|
Leyva, ljón ella løva (Panthera leo) er stórt rándýr av kattarætt. Kvennleyvur halda til í føstum samløgum og ansa ungunum hjá hvør aðrari. Ungarnir berjast í spølni, og soleiðis venja teir seg at veiða sjálvir. Leyvur taka nógv ymisk súgdjór á grasfløtunum, tær leggja til dømis eftir ungum fílum, gnýum og giraffum. Tær halda seg í bólkum, einar 5-40 saman. Har eru nakrar fáar kallleyvur og nógvar vaksnar kvennleyvur við ungum sínum.
Leyva er einasti stórkøtturin, ið heldur saman í flokkum ella ættarbólkum, upp í einar 40 í hvørjum. Flokkurin ræður á einum 100 km2 stórum øki ella størri, alt eftir, hvussu veiðimøguleikarnir eru. Stóra kallleyvan verjir búøkið og kvennleyvurnar. Leyvur halda mest til á grasfløtum, og tað eru serliga kvennleyvurnar, ið veiða.
Leyva tekur oftast stór dýr, t.d. antilopu og sebru. Ein giraffur er nóg mikið at metta stóran leyvuflókk. Ein leyva kann skræða í seg 23 kg av kjøti í einum - tað sama sum 350 pylsur! Leyvur og aðrir stórkøttir hava sterkan, stuttan skølt av bíta fast. Tey taka við stóru, hárhvøssu tøkutonnunum. Teir stóru jakslarnir bíta væl á bróski og vøddum.
Kallleyvan er tann sterkasta í flokkinum. Hon verður 2,5 metrar long og hægri enn metur upp á háryggin. Kallleyvan hevur stórt ývið framvaks.