Asiatisk leyva

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Wikipedia:How to read a taxoboxHow to read a taxobox
Asiatisk Leyva
Asiatiskt Ljón
Asiatisk leyva í djóragarði
Asiatisk leyva í djóragarði
Conservation status
Status iucn3.1 EN.svg
Endangered
Varðveitingarstøða
Hótt
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Carnivora
Ætt: Felidae
Slekt: Panthera
Meyer, 1826
Slag: P. leo
Undirslag: P. l. persica
Útbreiðsluøki hjá asiatiskum leyvum í dag.

Asiatisk Leyva ella Asiatiskt ljón, (latín Panthera leo persica) er eitt asiatiskt undirslag av leyvu.

Útbreiðslu øki[rætta | rætta wikitekst]

Søguliga útbreiðsluøkið hjá asiatiskari leyvu av persica undirslagnum var ætlandi frá Norður India í eystri , gjøgnum Iran suður á arabsiku hálvoynna og vestur til Grikkalands og Italia. Nógvar fornleivdir av nærslektaða undirslagnum Panthera leo spelaea eru funnar í Norður Afrika, Miðeystri, Siberia, Alaska og stórum pørtum av Europa so langt norðuri sum í Skotlandi. Nú finst astiatiska leyvan bara í Gir skóginum í útnyrðings India.

Asiatiskar leyvur í Europa og Landsynnings Asia[rætta | rætta wikitekst]

Asiatisk honleyva

Í fyrndini livdu leyvur í Europa. Aristotelus og Herodotus skrivaðu at leyvur livdu á Balkan. Tá Xerxes kongur av Persia gjørdi hernaðarligt frambrot gjøgnum Makedónia í 480 f.Kr., blivu fleiri av hansara viðføris kamelum dripnir av leyvum. Ætlandi doyðu leyvurnar í Grikkalandi út uml. Ár 80-100 f.Kr. Nemeiska leyvan í griksku mýtologiini er ofta avmyndað saman við Heraklis/Herkules í grikskari mýtologiskari list.

Europeiska leyvan verður stundum mett sum verandi partur av asiatiska stovninum (“Panthera leo persica”), stundum sum egið undirslag, Europeisk leyva (“Panthera leo europaea”), ella sum seinasta leivd av holuleyvunum (“Panthera leo spelaea”)

Scythisk list í Ukraina, frá 4 øld f.Kr. avmyndar Scythar ið veiða leyvur. Leyvur yvirlivdu í Kaukasus økinum inntil 10’du øld. Hetta var norðasti stovnurin av leyvum, og einasta øki í fyrrverandi Sovjetsamveldinum har ið leyvur livdu í søguligari tíð. Hesar leyvur doyðu út í Armenia uml. Ár 100 e.Kr. í Aserbadjan og Landsynnings Russlandi í 10’du øld. Høvuðsorsøkin til at hesir stóru køttar hvurvu var minkandi stovnar av fongdjórum. Fongdjór teirra umfataðu visund, elg, aurochs, tarpan, rádýr o.o. klyvjadjór.

Asiatisk hannleyva)