Latínska stavraðið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Latínskir bókstavir
Tað føroyska stavraðið
AaÁáBbDdÐðEeFfGgHhIiÍíJjKkLlMmNnOoÓóPpRrSsTtUuÚúVvYyÝýÆæØø
Tað danska stavraðið
AaBbCcDdEeFfGgHhIiJjKkLlMmNnOoPpQqRrSsTtUuVvWwXxYyZzÆæØøÅå
Aðrir evropeiskir bókstavir
Àà · Ââ · Ää · Ãã · Āā · Ąą · Ăă · Çç · Ĉĉ · Čč · Ćć · Ðđ · Ďď · Èè · Éé · Êê · Ëë · Ęę · Ēē · Ĕĕ · Ėė · Ěě · Ĝĝ · Ğğ · Ġġ · Ģģ · Ǧǧ · Ĥĥ · Ħħ · Ìì · Îî · Ïï · Įį · İı · Ĩĩ · Īī · Ĭĭ · Ĵĵ · Ķķ · Ǩǩ · Ĺĺ · Ļļ · Ľľ · Ŀŀ · Łł · Ńń · Ņņ · Ññ · Ňň · Òò · Ôô · Öö · Õõ · Őő · Ǫǫ · Ōō · Ŏŏ · Ơơ · Ŕŕ · Ŗŗ · Řř · Śś · Ŝŝ · Şş · Șș · Šš · ß · Ťť · Ŧŧ · Ţţ · Țț · Þþ · Ùù · Ûû · Üü · Ũũ · Ūū · Ŭŭ · Ųų · Ůů · Űű · Ƿƿ · Ȝȝ · Ưư · Ŵŵ · Ŷŷ · Ÿÿ · Źź · Žž · Żż
Sí eisini: Grikska alfabetið
Heimskort, sum vísir hvar ið tað latínska stavraðið verður brúkt (myrkagrønt) ella lutvíst (limegrønt).

Tað latínska stavraðið er eitt stavrað (alfabet), sum upprunaliga var tilpassað tað latínska málið, og sum síðan hevur breitt seg til nógv onnur mál, og sum nú er tað mest brúkta stavraðið í heiminum. Tað verður fyrst og fremst nýtt í Vesturheiminum, har ið nógv indoevropeisk mál eru, og í londum sum hava verið vesturlendsk hjálond. Tað verður enntá nýtt í ávísum málum, sum hava onnur stavrøð, eitt nú í tí japanska, har nevnt ローマ字, rōmaji, og í kinesiskum, har tað verður brúkt í pinyin. Navnið á tí latínska stavraðnum eitur á latínskum abecedarium Latinum (forn úttala: [abɛkɛ'daːrɪʊm la'tiːnʊm]) ella alphabetum Latinum (forn úttala: [alfa'beːtʊm la'tiːnʊm]).

Fornlatínska stavraðið[rætta | rætta wikitekst]

Tað latínska stavraðið mentist frá tí etruskiska stavraðnum (tað gamla italska stavraðið) sum í sínari tíð mentist úr tí euboiiska grikska stavraðnum. Upprunaliga talið av bókstavum var 21:

Fornlatinska alfabetet
A B C D E F Z H I K L M N O P Q R S T V X

Bókstavurin C var ein vesturlendskur variantur av tí grikska bókstavinum Γ (gamma), men hann verður nýttur bæði til at vísa eitt g-ljóð og eitt k-ljóð, møguliga sum ein ávirkan frá tí etruskiska málinum, sum manglaði g-ljóð. Bókstavurin Z var ikki neyðugur fyri at skriva á latíni og varð í 200-talinum f.Kr. býttur út við tann nýggja bókstavin G, eitt C við einari lítlari vatnrættari striku.

Eftir at rómverjar høvdu vunnið á Grikkalandi vóru bókstavirnir Y og Z lagdir afturat fyri at skriva griksk lániorð. Klassiskt latín hevði tí 23 bokstavir:

Symbol: A B C D E F G H I K L M N O P Q R S T V X Y Z
Latínskt navn: ā ē ef ī el em en ō er es ū ex ī Graeca zēta
Latín (IPA): [aː] [beː] [keː] [deː] [eː] [ɛf] [geː] [haː] [iː] [kaː] [ɛl] [ɛm] [ɛn] [oː] [peː] [kuː] [ɛr] [ɛs] [teː] [uː] [ɛks] [iː 'graɪka] ['zeːta]
Duenosinskriftin frá byrjanini av 500-talinum f.Kr er ein av teimum elstu dømunum sum vísa fornlatínska skrift

Hesir bókstavir vóru í longdini troyttandi at skriva, og tí mentist við tíðini ein kursiv hondskrift, sum gjørdist upprunin til teir lítlu bókstavirnir í nýggjari tíð. Man skrivaði heilt einfalt tað ið man helt hava týdning og kursiveraði restina.

Nýtíðar latínska stavraðið[rætta | rætta wikitekst]

Í germanskum málum finnist v-ljóð, sum manglar í tí klassiska latínska. Í 600-talinum, tá ið anglosaxarnir fóru burtur frá at nýta rúnir, til at nýta tað latínsku skriftina, hildu tey tó fast við rúnuna ƿ wynn fyri hetta ljóðið. Seinni fóru tey í staðin at skriva VV, sum við tíðini varð bleiv til W. At man í ávísum málum nevnir W fyri dupult V (t.d. í føroyskum, donskum, svenskum, fronskum) meðan bókstavurin w á øðrum málum verður nevndur dupult U (á engskum) vísir, at tað tá í tíðini ikki hevur verið gjørdur munur ímillum V og U. Den raka formen V användes i början av ord, medan den runda formen U användes i mitten eller slutet, uttan at ávirka úttaluna. Tað fyrsta býtið millum tveir ymiskir bókstavir kemur úr gotiska stavraðnum frá 1386, har ið V kemur í staðin fyri U. Í 1500-talinum kom V at standa fyri eitt hjáljóð og U fyri eitt sjálvljóð, júst sum tað ger tað í dag.[1]

Á líknandi hátt brúkti man J og I í byrjanini ávikavist í endanum av einum orði, óansæð hvussu úttalan var, men í 1500-talinum kom J at standa fyri hjáljóðinum, og I kom at standa fyri sjálvljóðinum.

Soleiðis kom tað nýtíðar latínska stavraðið altso at hava 26 bokstavir:

Stórir bókstavir
A B C D E F G H I J K L M N O P Q R S T U V W X Y Z
Smáir bókstavir
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Bók: Pflughaupt, Laurent og onnur, Gregory Bruhn, heitið: Letter by Letter: An Alphabetical Miscellany, Útgávuár: 2008, Útgevari: Princeton Architectural Press, síðurnar 123–124