Kvinnufelagið í Havn
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kvinnufelagið í Havn varð stovnað 31.mars 1952.
Frú Jóhanna Jensen var fyrsti formaður í felagnum. Hinar í fyrst valdu nevndini vóru:
Frú Malla Samuelsen
Frú Lisa Rubeksen
Frúgv Bergljót av Skarði
Frú Ninna Arge Jacobsen
Frúgv Helena á Bakka
Frú Petra Arge
[rætta] Endamál
Endamálið hjá felagnum er at arbeiða fyri javnstøðu millum kvinnur og menn, so tey javnbjóðis kunnu virka í heimi, yrki og samfelagi.
Kvinnufelagið er einasta áhugafelag í Føroyum, sum hevur boðað frá, at tær taka undir við fríari fosturtøku.
[rætta] Kvinnurnar
Bergtóra Hanusardóttir hevur í mong ár myndað Kvinnufelagið úteftir, og verið ímyndin av føroysku kvinnurørsluni.