Bergtóra Hanusardóttir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Bergtóra Hanusardóttir (f. 15. november 1946) er sertannlækni í ortodonti og rithøvundur. Bergtóra Hanusardóttir var fødd í Havn í 1946, og har vaks hon upp. Hon fór til Danmarkar at lesa til tannlækna og hevur arbeitt sum sertannlækni í mong ár. Bergtóra hevur verið virkin á ymsum økjum, t.d. í studentafeløgum, ítróttafeløgum, í uttanflokkaðum, samfelagspolitiskum arbeiði, so sum í friðarrørsluni og í Fólkafylkingini móti EEC. Serligan stóran dent hevur hon lagt á kvinnupolitiskt arbeiði. Hon var ein teirra, sum stovnaði Kvinnufylkingina, var í blaðstjórnini á Kvinnutíðindum og hevur umboðað Føroyar á kvinnuráðstevnum ymsastaðni í heiminum. Eisini hevur hon sitið í javnstøðunevndini. Hon hevur skrivað prosayrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur. Hon viðger ofta samfelagsligu støðuna hjá kvinnum í sínum skaldskapi. Hon knýtir saman bæði tað persónliga og tað samfelagsliga.

Kvinnurørslan[rætta | rætta wikitekst]

Bergtóra hevur í mong ár verið aktiv innan føroysku kvinnurørsluna. Hon hevur verið nevndarlimur og forkvinna í Kvinnufelagnum í Havn í nógv ár og hevur havt alstóran týdning fyri føroysku kvinnurørsluna og menningina av kvinnusamleikanum. Í 1995 luttók Bergtóra á Kvinnuráðstevnuni í Peking og í 2000 í New York.

Á Altjóða Kvinnudegnum í 1999 varð Bergtóra heiðrað av felags nevndarlimum sínum í Kvinnufelagnum, fyri tað stóra arbeiði, hon hevði gjørt gjøgnum árini kvinnumálum til frama.

Bibliografi[rætta | rætta wikitekst]

Skaldsøgur[rætta | rætta wikitekst]

  • Skert flog (1990).
  • Suðar dýpið reyða (1999).
  • Burtur (2006).

Stuttsøgur[rætta | rætta wikitekst]

  • Loynigongir (1993).
  • Eisini kærleiki, Frostrósan 1987.
  • Katrin, Frostrósan 1987.
  • Várvindar, Kvinnutíðindi 1988.
  • Bonsai (2000).

Leikrit[rætta | rætta wikitekst]

  • Náttúra menniskjunar (1984).
  • Heygbúgvin (1991).

Yrkingar[rætta | rætta wikitekst]

  • Songartíð (2000).
  • Smágenta, prosayrking í leikinum Kvinnur, Kvinnutíðindi nr.1, 1984.
  • Ung kvinna, prosayrking í leikinum Kvinnur, Kvinnutíðindi nr.1, 1984.
  • Songartíð, yrking, útgivin í Prikkut vár, 2000.

Í Kvinnutíðindi[rætta | rætta wikitekst]

  • Langomma, Kvinnutíðindi nr 1, 1984.
  • Tilkomin kvinna, Kvinnutíðindi nr 1, 1984.
  • Einsamøll mamma, Kvinnutíðindi nr 1, 1984.
  • Kvinna í starvi, Kvinnutíðindi nr 1, 1984.
  • Ung kvinna og Smágenta, Kvinnutíðindi nr 1, 1984.
  • Prosayrkingar í leikinum Kvinnur Kvinnutíðindi nr.1, 1984.

Hugsjónarligar greinir[rætta | rætta wikitekst]

  • Viva Chile, Froskmannatíðindi, 1971. [1]
  • Miss Føroyar, Føroysku bløðini, 1971.
  • Dreymalandið – og veruleikin, Oyggjaskeggi, 1974.
  • Ítróttur og kyn í føroyskum tíðindasendingum, Føroysku bløðini, 1974.
  • Kvinnusøga, hugleiðingar, Kvinnutíðindi, 1982.
  • Brot úr kvinnusøguni, Kvinnutíðindi, 1983.
  • Í Friðarlegu, Kvinnutíðindi, 1985.
  • Hví ræðast Virginiu Woolf?, Kvinnutíðindi, 1986.
  • Friðartjaldið í Nairobi, Kvinnutíðindi, 1986.
  • Mál og kyn, ummæli og hugleiðingar, Kvinnutíðindi 1987.
  • Forðingar fyri javnstøðu, Glottar úr Kvinnulívi, red. Kirstin Didriksen, 1988.
  • Himmal og helviti á Forum, Kvinnutíðindi 1989.
  • Hvagar gongur leiðin, Kvinnutíðindi 1990.
  • Úr Føroyum, á donskum í Norden – kvinders paradis? Red. Brit Fougner og Mona Larsen-Asp, Nord 14, 1994.
  • Situation of Women in the Faroe Islands, í The Danish National Report to the Fourth World Conference on Women 1995, Udenrigsministeriet, København, 1994.
  • Hvat hendi í Kina? Dimmalætting og Sosialurin, 8.mars 1996
  • Hugleiðingar í „Vetrarbreytum“, red. Birgir Kruse, Útvarp Føroya, 1996, 97, 98 og 99.
  • Tann friðarliga Kollveltingin og aðrar greinir, Kvinnutíðindi, túsundáraskiftið.
  • Kvinders forhold i Færøerne og Grønland, á donskum og enskum saman við Agnete Hammeken í Ligestilling i tusmørke, Dansk NGO Skyggerapport forud for Beijing + 5, Kvinderådet, 2000.

Vísindaligar greinir[rætta | rætta wikitekst]

  • Estimates of orthodontic treatment need in Danish schoolchildren, saman við Sven Helm et al., Community Dental Oral Epidemiol., 3:136-142: 1975.
  • Appréciation de la nécessité du traitement orthodontique chez des enfants danois d’aðge scolair, saman við Helm et al., Revue d’Orthopedie Dento Faciale, t.XI: 4: 471-482: 1977.
  • Forekomst af tandstillingsfejl hos børn med komplet læbe- og ganespalte, Vísindalig ritgerð, Københavns Tandlægehøjskole, Institut for ortodonti, 1978.
  • Viðgerð av børnum við andlitsbrekum; Javni, nr.1, 3-13, 1978.
  • Skeivar tenn hjá føroyskum børnum; Fróðskaparrit, 26. bók, 81-113, 1978.
  • Tey bera rong boð, Kvinnutíðindi, 1985.
  • Politikkur og kvinnurnar, Kvinnutíðindi, 1989.

Útgivið á øðrum málum[rætta | rætta wikitekst]

Útgivið á donskum[rætta | rætta wikitekst]

  • Også kærlighed, á donskum í En vandhistorie og andre færøske fortællinger, týtt og red. av Kirsten Brix, Vindrose, 1994.
  • Katrin, í danskari týðing í En vandhistorie og andre færøske fortællinger, týtt og red. av Kirsten Brix, Vindrose, 1994.

Útgivið á norskum[rætta | rætta wikitekst]

  • Katrin, stuttsøga týdd til norskt av Ivar Stegane í Fyrste ferda bort, red. Nedrelid, Sigurðardóttir og Stegane, Samlaget, 1993.

Útgivið á svenskum[rætta | rætta wikitekst]

  • Sommarnatten den blida, stuttsøga týdd til svenskt av Inge Knutsson í Avsändare Norden, red. Anneli Jordahl og Marianne Steinsaphir, En bok for alla, 1996.

Útgivið á týskum[rætta | rætta wikitekst]

  • Katrin, stuttsøga týdd til týskt av Detlef Wildraut í týska tíðarritinum Tjaldur, 31 / 2003.

Familja[rætta | rætta wikitekst]

Bergtóra Hanusardóttir hevur verið gift við havlívfrøðinginum Bogi Hansen, tey fingu tvey børn: Tróndur Bogason (1976) og Ragnheiður Bogadóttir (1979). Tróndur er tónaskald og er giftur við songkvinnuni Eivør Pálsdóttir. Móðir Bergtóru var Mia Trónd úr Gundali í Havn, faðir Bergtóru var Hanus D. Jensen úr Útistovu í Skúgvi. Mia og Hanus fingu fýra børn, gentur, Bergtóra er elst, hinar systrarnar eru Rannvá, Svanna og Marjun. Marjun Hanusardóttir starvast sum løgmansstjóri.[2] Mia Trónd var ættað úr Kirkjubø, foreldur hennara vóru Malan og Tróndur Hansen. Tróndur var sonur Gustu av Kák og Jóannes úr Kirkjubø, sum búsettist á Ryggi í Havn. Omma og abbi hennara á faðirsíðuni vóru úr Skúvoy, omman var Mathea D. Poulsen, sum var dóttir Súsannu og Hanus í Garðinum, og abbin var Antines Jensen, sum var sonur Elsubu og Janus úti í Stovu í Skúvoy.[3]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Rit.fo
  2. Tinganes.fo, Løgmansskrivstovan, Bygnaður og starvsfólk
  3. Hnj.fo, Bergtóra Hanusardóttir
  • Kvinnutíðindi.
  • Tær ynsktu sær hús; Christin Plate og Elsa Zachariasen.

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]