Knørrur
Knørrur er eitt áttamannafar hjá Róðrarfelagnum Knørri (RK), á Skálatrøð í Tórshavn. Hann var keyptur í 1985 og var fyrsti bátur hjá Róðrarfelagnum Knørri (RK). Hann æt Postbáturin tá hann var keyptur, og hevði litinar hjá Postverk Føroya og bátar felagsins hevur somu litir enn tann dag í dag.
Hann er bláur við hvítari rond og hevur føroyskan stavn, sum eisini er eitt av sermerkjum felagsins.
Navnið Knørrur stavar frá kvæðinum um Ormin Langa, sum er navnakelda til allar bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri, og rógvarar á Knørri hava sum allir rógvarar í felagnum eina ørindisreglu úr kvæðinum á búna sínum.
Knørrur hevur vunnið føroyameistarheiti fýra ferðir í bólkinum 8-mannafør, í 1985, 1989, 1990, 2006, 2022.[1]
Verandi Knørrur er hin annar í røðini; tann fyrsti kom sum sagt í 1985.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Drekin.fo, Knørrur". http://drekin.fo/default.asp?page=teams&mode=boatinfo&boatID=43. Heintað 2012-06-27.